Føroyar mugu taka ábyrgd av umhvørvinum

Nær verður ein elveitingarlóg klár at leggja fyri tingið, í hvønn mun fer ein tílík at loyva øðrum fram at kervinum hjá SEV, hvussu skal framtíðar býtið millum orkukeldurnar vera og skulu ásetingar gerast um at gagnnýta avlopshita. Tað vil John Johannesen, tingmaður hava at vita frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í orkumálum

Løgtingsmaðurin John Johannesen úr Javnaðarflokkinum hevur sett ein skirvligan fyrispurning til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, um framtíðar yvirskipaða orkupolitikkin í Føroyum.
Tingmaðurin vísir á, at samgongan hevur sett sær fyri at yvirskipaði orkupolitikkurin skal vera ein landspolitisk ábyrgd, og at ein elveitingarlóg skal orðast. Tí vil hann hava at vita, nær ein slík verður klár at leggja fyri løgtingið.
John Johannesen vil eisini hava landsstýrismannin í orkumálum at greiða frá, í hvønn mun ein elveitingarlóg fer at loyva øðrum privatum veitarum inn á elkervið. Eisini spyr tingmaðurin, hvørjar umhvørvisligar ásetingar verða gjørdar um býtið av orkuframleiðsluni, tvs. hvussu nógv skal framleiðast úr diesel, úr vatni og úr alternativari orku.
Til seinast spyr John Johannesen, um ásetingar verða gjørdar um í størstan mun at gagnnýta avlopshitan frá elframleiðslu.

Føroyar dálka
Í viðmerkingum til skrivliga fyrispurningin vísir John Johannesen á, at ein vísindalig kanning, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan almannakunngjørdi fyri hálvum triðja ári síðan vísti, at Føroyar teljast millum mest luftdálkandi lond í heiminum, roknað uppá hvønn íbúgva.
Tingmaðurin vísir á, at SEV framleiðir framvegis størsta partin av elorkuni burtur úr dálkandi dieselolju og vatnorku, ið hevur stór árin á lokala umhvørvið. Bert ein lítil partur verður framleitt úr vindorku, og einki úr øðrum, alternativum orkukeldum. Og heldur ikki verður stóra avlopsorkan frá dieselverkunum gagnnýtt.
At taka ábyrgd av umhvørvinum er at taka veruliga altjóða ábyrgd. Hesa ábyrgdina eiga Føroyar eisini at átaka sær, staðfestir John Johannesen, tingmaður, í skrivligum fyrispurningi til Bjarna Djurholm.