Tíðindaskriv
Føroyar 4: Aftur í ár er ein frumframførsla við á skránni. Atli Petersen hevur skrivað eina horntrio, sum verður framførd á fyrsta sinni og hartil verður frramført eitt annað verk eftir Atla Petersen, Skðrák, sum er fyri allan bólkin. Fyrsta verk á skránni er Preludium og Marsjur eftir Kára Bæk fyri allan bólkin og hartil hevur Kári Bæk eisini skrivað verk fyri klaver og fagott, Humureske og Elergi, sum verður framført. Aldubáran hevur fyrr framført hesi verk, men tey tola væl at hoyrast aftur. Aldubáran er mannaður av 9 av teim fremstu klassiku tónleikarunum í Føroyum og hevur, síðani hon bleiv til í 1995, bílagt og frumframført hópin av verkum eftir føroyskum tónasmiðum. Hóast stórsti denturin verður lagdur á at spæla føroyskan tónleik so eru útlendsk meistaraverk eisini ofta á skránni. Hesuferð er meistaraverkið úr Russlandi.
Russland 1: Russiska verkið sum er á skránni er Oktett eftir Igor Stravinsky og er hetta verk fyri eina blásara oktett við floytu, klarinett og tveimum fagottum, trompetum, og trombonum. Í hesum sambandi hevur Aldubáran fingið nakrar ungar og dugnaligar blásarar afturat sær at framføra verkið og yngsti maðurin er hin bert 14-ára gamli Heini Andreasen, sum skal spæla við Aldubáruni fyri fyrstu ferð. Heini gongur á Musikksúlanum og lærir trompet hjá Ken Jones. Hóast sín unga aldur, hevur Heini spælt við Føroya Symfoniorkestri tvær tær seinastu konsertirnar. Ken Jones hevur eisini verið lærari hjá fleiri av hinum blásarunum, sum skulu spæla saman við Aldubáruni, og teir eru Andras Olsen og Dávur Juul Magnussen, trombone, og Ólavur Olsen, trompet. Andras Olsen var á fyrsta sinni og spældi við Aldubáruni, tá ið tey frumframførdu verk eftir Trónda Bogasini og Edvard Nyholm Debess á Listastevnuni í fjørð. Andras gongur í løtuni á solistlinjuni á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og hevur eisini verður í London á The Royal Academy of Music og nomið sær lærdóm. Dávur Juul Magnussen gongur í løtuni í 2. g á Hoydølum og nemur sær undirvísing á Musikkskúlanum og spælir annars við í Føroya Symfoniorkestri, Havnar Hornorkestri og ungdómsorkestri og hevur ætlanir um at søkja inn á tónleikakonservatorium í Danmark, Skotlandi ella Onglandi. Ólavur Olsen hevði eina væleydnaða framførslu av einari trompet concerto saman við Føroya Symfoniorkestri í mars mánað. Ólavur varð liðugur við útbúgving sína á Det Jyske Musikkonservatorium í fjørð summar og er nú fluttur heim aftur og starvast í løtuni sum lærari á Tórshavnar Musikkskúla. Eisini verður Christina Andersen við á fagot í hesum verkinum saman við Jógvan Zachariassen.
Íblástur frá elskarinnuni
Stravinsky skrivaði verkið Octet í 1922 og er hetta eitt av hansara fyrstu sokallaðu 'neo-klassisku' verkum, sum er alt annað enn romantiskt men hevur íblástur frá barokktónleikinum. Stravinsky var fasineraður av ljóðlitunum hjá blásarunum og ynskti at umganga tað meira konventionellu ljóðmyndina hjá strúkiljóðførunum og hetta framgongur væl av verkinum, sum, sambært Stravinsky sjálvum, bleiv til í einum dreymi. Verkið er tilognað Veru de Bosset, (konu Ballets Russes sniðgevaranum Serge Soudeikine) sum gjørdist elskarinna Sravinskys stutt áðrenn verkið bleiv komponerað. Sjálvur sigur Stravinsky hetta um dreymin og verkið:
»Oktettin byrjaði í einum dreymi. Eg droymdi at eg var í einum lítlum rúmi umgirdur av nøkrum tónleikarum sum spældu vælljómandi tónleik. Eg kendist ikki við tónleikin, teir spældu og eg mintist einki til tónleikin dagin eftir tá ið eg vaknaði, men eg minnist tó mína trongd til at finna útav, hvussu nógvir leikarar spældu, og tá ið eg royndi at telja teir út frá dreyminum kom eg fram til átta leikarar, tvær fagottir, trombonir og trompetir og eina floytu og klarinett. Tá ið eg vaknaði kendi eg eina vælvild og gleði og byrjaði at komponera Oktettina, sum eg dagin fyri ikki so mikið sum hevði skonkt ein tanka. Oktettin varð skjótt skrivað. Fyrsti satsurin varð komponeraður fyrst, og síðani annar satsur, waltz, men eftir at hava komponerað annan sats helt eg, at hann egnaði seg væl til eitt tema við variatiónum. Tískil komponeraði eg "ribbons of scales" variatiónina, sum ein preludium inngang til allar hinar variatiónirnar. Tann síðsta variatiónin, "Fugato" er ein kulminatión av øllum, sum eg royndi at fáa fram í satsinum, og hetta er so avgjørt tann mest áhugaverda hendingin í allari oktettini. Hugskotið við fugato satsinum er, at temaið verður spælt í rotatión av ljóðførispørunum. Triðji satsurin vaks burturúr fugato-satsinum og er ætlaður at virka sum ein kontrast til hæddarpunktið av verkinum. Kanska eg hevði Two Part Invention eftir Bach í huganum meðan eg komponeraði triðja satsin. Verkið er tilognað Veru de Bossets«.
Konsertin hjá Aldubáruni í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 23. juni hevur sostatt nógv spennandi at bjóða uppá við verkum, sum hava íblástur frá føroyska skðrákinum og russiskari elskarinnu, og har frálíku og royndu tónleikarar úr Aldubáruni spæla saman við ungum gávuríkum talentum. Og hóast Føroyar hava yvirvág bæði fyrra og seinna hálvleik so er hetta ein av teim fullkomnu leikunum, har øll vinna.
Í EIN KASSA!
Skrá:
Kári Bæk: Preludium og Marsjur
Atli Petersen: Horntrio
Kári Bæk: Humureske og Elergi
- steðgur -
Igor Stravinsky: Oktett
Atli Petersen: Skðrák
Leikarar:
Sámal Petersen, violin
Øssur Bæk, violin
Mlina Fred, viola
Frederik Waage, cello
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Kenneth Larsen, klarinett
Jógvan Zachariassen, fagott
Páll Sólstein, horn
Ólavur Jakobsen, gittar
Jóhannes Andreasen, klaver
Andras Olsen, trombon
Dávur Juul Magnussen, trombon
Ólavur Olsen, trompet
Heini Andreasen, trompet
Christina Andersen, fagott