Føroyar eru nú nummar 138 á styrkislistanum hjá FIFA. Tað eru 19 pláss lægri enn í august í ár. Afturgongdin er fimm pláss frá november.
Føroyar taptu í farna mánaði fyri Skotlandi í venjingardysti.
Spania er framvegis fremst. Teimum á baki eru Holland, Týskland og Brasilia.
Noregi, sum er nummar 14, er fremsta norðurland.