Føroyar skulu býtast í sjey kommunur

Breið semja kring landið og í øllum politisk­um flokkum er um, at Føroya eiga at skipast í sjey kommunur

Veljarin er ikki í iva. Før­oya skulu býtast sundur í sjey kommunur. Tað er greiða niðurstøðan í velj­arakanningini, sum Gal­lup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin.
Samlað halda 35 pro­sent av føroyingum, at Føroyar skulu verða sjey kommunur. Tað eru bara 8 prosent sum halda, at tali av kommunum skal vera 30, sum tað er í dag. Hinvegin halda bara 6 prosent, at Føroyar skulu vera ein kommuna.
Taka vit øki fyri øki, so eru tað suðuroyingar, sum í størstan mun halda, at Føroya skal býtast í sjey kommunur, tí 41 prosent av suður­oy­ingum halda tað. Hin­vegin eru tað 28 prosent í Vágum, sum er samd í hesum, meðan talið í øllum hinum økjunum liggur har ímillum.
Taka vit flokkarnar, so eru fólk í ymsu flokk­unum rímuliga samd um hesar sjey kommun­ur­nar. Helmingurin av sjálv­stýrisveljarunum halda tað, meðan 40 pro­sent av tjóð­veldis­velj­ar­unum halda tað sama. Hjá Framsókn er talið 47 prosent, hjá Fólka­flokk­i­num 37, Javnaðar­flokki­num 36, Sambands­flokki­num 33, meðan talið er minst hjá Mið­flokkinum. Av teirra velj­arum halda 26 pro­sent, at Føroyar skulu skipast í sjey kom­mun­ur.