Um ríkisfelagsskapin sigur Lars Løkke Rasmussen, at hann sjálvandi ynskir at halda fast um ríkisfelagsskapin. - Tað hevur svigermamman ikki fingið talað meg frá enn. Sjálvur sigur hann, at hann sjálvandi ikki vil stilla seg í fyri dyrnar hjá føroyingum.
- Men tað eigur at koma frá føroyingum sjálvum, sigur hann.
Fyri Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska sambandið nógvar dimensiónir.
- Sólrun kemur úr einari sjálvsstýrissinnaðari familju, og abbi hennara, Sigurd Joensen, tosaði ikki við meg tey fyrstu nógvu árini. Men so líðandi funnu vit útav tí, sigur Lars Løkke Rasmussen við Rás2 í kvøld.
- Tað er ein familja, sum fer væl um tey gomlu føroysku virðini, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, við Rás2.
Flestu vita vit, at Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska konu.
Men hvussu hittust tey?
- Vit møttust á einum kollegiu í Keypmannahavn. Hon búði viðsíðunaav hjá einum, sum æt Kaj. Eg var so har úti einaferð eitt kvøldið, og har møttust vit. Og so gekk eg út har í umleið eitt ár, og bankaði uppá av og á. Og so at enda, so læt hon upp. Og so fór eg inn, og eg kom ongantíð útaftur, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Sólrun stuðlar uppundir søguna, men heldur tó ikki, at tað mundi ganga eitt heilt ár, áðrenn hon lat upp.
- Men hann bankaði nakrar ferðirnar, sigur Sólrun.
- Føroyskar kvinnur eru ótrúligar flottar. Tað er mín kona eisini. Og tær eru eisini ótrúliga tolnar, greiðir Lars Løkke Rasmussen frá.
Sjálvur heldur Lars Løkke Rasmussen, at tað hevur verið gott at verið forsætisráðharri teir seinastu níggju mánaðirnar.
- Men nú var tað soleiðis, at undangongumaðurin timeaði tað væl við at fara frá, við at tá hann fór frá, kom ein fíggjarkreppa. Men tað hevur verið gott, haldi eg, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri.
- Hetta hevur verið ein strævin og men eisini spennandi tíð, serliga nú seinastu vikuna, nú vit hava fingið eina meira ella minni nýggja stjórn og hava lagt fram visjónina Danmark 2020, heldur Lars Løkke Rasmussen.