Føroyar standa sterkari í býtinum

Jacob Vestergaard, formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, sigur, at sjálvandi vilja Føroyar hava sín rættvísa part av heildarkvotuni av makreli. – Síðan vit byrjaðu við samráðingunum og hesi tilgongdini eru gjørdar ymiskar kanningar. Haraftrat hava vit nú fiskað makrel í føroyskum sjógvi hesi árini. Eg vil tí mett, at okkara samráðingarstøða er munandi sterkari í dag, enn hon var, tá vit byrjaðu hetta stríðið fyri rættvísari býti, sigur hann

Sosialurin hevur tosað við Jacob Vestergaard, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá orrustan millum Føroyar øðrum megin og ES og Noreg hinumegin um býtið av heildarkvotuni av makreli kom so langt, at londini, sum áður høvdu verið í samstarvi um býti, nú fóru at áseta sær eginkvotur av makreli.
Jacob er í dag formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, sum eitt nú hevur til uppgávu at ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu hann kann ”takla” hetta mál mótvegis ES og Noreg.
Men leiklut hevur uttanlandsnevndin so í hesum máli?
- Uttanlandsnevndin hevur sum so ikki so ógvuliga stóran leiklut í sjálvum samráðingunum. Tann partin hevur í fyrsta lagi útinnandi myndugleikin, sum er landsstýrið og soleiðis eisini Fiskimálaráðið. Tað eru tey, sum taka sær av samráðingunum.
Jacob Vestergaard vísir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var í uttanlandsnevndini undan seinasta samráðingarumfari, har hann ráðførdi seg við nevndina.
- Her fekk hann góð ráð um, hvussu hann kann bera seg at, og so stóð tað sjálvsagt upp til hann, um hann heldur seg til tey ráðini ella ikki, sigur formaðurin í uttanlandsnevnd løgtingsins.

Kann draga út
Vit spurdu eisini Jacob Vestergaard, um tað er hugsandi, at samráðingarnar um makrelbýtið, sum verða í Bergen í døgnum, 25.-27. januar, møguliga kunnu draga enn longur út, tá ætlanin annars hevur verið, at hetta skulu verða tær seinastu og endaligu samráðingarnar í hesum umfari?
- Um tað gongur tann vegin, at partarnir kanska nærkast eini loysn, eru ivaleyst møguleikar fyri framhaldi í samráðingunum. Hinvegin kann eg ímynda mær, at londini enn einaferð fara at áseta sær eginkvotur eftir hendan fundin, um partarnir framvegis eru líka langt frá hvørjum øðrum. Londini vilja jú hvør í sínum lagi fáa stundir at fyrireika fiskiskapin, sum verður í summar og í heyst, í góðari tíð.
Jacob Vestergaard vil annars ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat tilmælið hjá uttanlandsnevndin er til landsstýrismannin í fiskivinnumálum er til komandi samráðingar, men hann leggur dent á, at uttanlandsnevndin er samd um ráðini til landsstýrismannin.
- Eg kann sjálvandi ikki siga, hvørji krøvini eru – ella, hvørji ráð vit hava givið landsstýrismanninum. Hetta er í trúnaði. Hinvegin kann eg siga, at tað er ein samd uttanlandsnevnd, sum svaraði landsstýrismanninum aftur og gav honum í øllum førum tað mandati frá nevndini undan seinastu samráðingum.
Formaðurin í uttanlandsnevndini fegnast um, at nevndin stendur saman og stuðlar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í rættvísu krøvum føroyinga.
- Jú, tað hevur heilt sikkurt sín týdning, at uppbakningur er í nevndini, leggur hann aftrat.

Sterkari støðu
Síðan Føroyar byrjaðu við makrelsamráðingunum og hesi tilgongd um eitt rættvísari býti av heildarkvotuni av makreli, hava vit nú eisini í tvey ár fiskað makrel í føroyskum sjógvi.
- Eg vildi tí mett, at okkara samráðingarstøða – alt annað líka – er munandi sterkari í dag, enn hon var, tá vit byrjaðu hetta stríðið.
Jacob Vestergaard leggur aftrat, at útgangsstøðið hjá Føroyum er, at vit fáa ein munandi størri part í endaliga býtinum.
Tað hevur ljóðað, at ES vil lata Føroyum 7% av heildarkvotuni. Er tað nóg mikið at fara eftir?
- Sjálvur havi eg eisini hoyrt ymisk tøl, men eg vil ikki taka nakað tal fram. Slíkt hoyrdi eg eisini, tá eg sjálvur stóð fyri samráðingunum. Tað er ikki altíð, at tey tølini, tú hoyrir, eru eftirfarandi, og tí loysir tað seg slett ikki at spekulera í slíkum. Áður hevur verið frammi, at føroyska kravið er nakað væl omanfyri 7%, so hetta tal er neyvan nøkur loysn fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard, formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins.