Føroyar sum eitt valdømi: Marjus og tey fáa eina viku afturat

Løgtingsformaðurin hevur givið rættarnevndini eina viku afturat at gera seg lidnan við uppskotiå um at gera Føroyar til eitt valdømi

Sum væntað lukkaðist rættarnevndin hjá løgtinginum ikki at avgreiða málið um at gera Føroyar til eitt valdømi til tíðina.

Eftir tingskipanin hevur ein tingnevnd ein mánað at viðgera eitt uppskot í og sostatt skuldi rættarnevndin leggja álit fyri løgtingið í gjár, 4. oktobur.

Men Marjus Dam formaður í nevndini, segði beint eftir at málið varð beint í rættarnevndina 4. september, at talan var um so umfatandi mál, at tað fór neyvan at eydnast at halda tíðarfreistina.

Og so var tí mikudagin mátti rættarnevndin søkja løgtingsformannin um at leingja freistina.

Rættarnevndin sigur í umsóknini til løgtingsformannin, at ætlanin er at viðgera uppskotið aftur mánadagin og tá er ætlanin at skriva eitt fyribils álit og tí verður biðið um at fáa freistina longda til næsta fríggjadag, sum er 12. oktobur.

Hesum hevur løgtingsformaðurin játtað.

Rættarnevndin sigur, at hon hevur havt tríggjar fundir um málið og á hesum fundum hevur nevndin innkallað eina røð av fólki.

Millum tey, sum hava verið í nevndini og sagt sína hugsan, eru Petur Zachariassen, støddfrøðingur, Halgir Winther Poulsen, sakførari, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, Ingibjørg Berg, sum er útbúgvin í statsvísindi, Jóanes N.Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Harumframt hava eisini umboð fyri Javnstøðunevndina og Demokratia verið á fundi við rættarnevndina um málið og harafturat hevur nevndin fingið skriv frá Michael Feldballe, sum eisini hevur havt eitt uppskot um eina valskipan.