Føroyar svimja í gulli

Tað er ikki bara Gírikur gubbi, sum dugir at svimja í gulli. Føroyska svimjilandsliðið ruddar í hesum døgum øll borð á oyggjaleikunum á Rhodos

Fimm gull-, eitt silvur- og fýra bronsumerki umframt trý nýggj oyggjaleikamet. Tað gjørdist úrslitið av næsta kappingardegnum hjá føroyska svimjilandsliðnum á oyggjaleikum. Við hesum hava tey longu sett nýtt met fyri føroyska svimjing, sum ongan tíð áður hevur vunnið fleiri enn seks heiðursmerki heim til Føroya.

Tí er talan uttan nakra samanbering annars um besta ættarliðið av føroyskum svimjarum nakrantíð. Tá tey seks heiðursmerkini vórðu vunnin í ’89 varð hetta rópt fyri eitt kvantum-lop fyri føroyska svimjing, men tað gekk striltið við at halda fast um gongdina ta ferðina. Í ’91 vóru vit væl við, og í ’93 gekst eisini heilt hampuligt, men síðani hevur gongdin spakuliga verið skeiva vegin.

Svimjilandsliðið á heimavølli í 1989 var eisini størri, enn tað er hesaferð, men ein somikið breiðan kvalitet, sum Føroyar nú hava, hevur ikki verið til staðar áður. Yvir at kalla alla linjuna hava vit svimjarar, sum blandað seg frammi í heiðursmerkjastríðnum, og fyribils er úrslitið altso, at átta heiðursmerki eru vunnin. Og tá eru vit bara komin hálva leið, skal sigast. Av sonnum eitt nýtt kvantum lop, nú álmanakkin er snaraður 18 ár fram.


Respektloysi

Seinastu nógvu árini hevur verið tosað um, at eitt ættarliðsskifti skuldi gerast í svimjingini. Men onkursvegna hevur hetta ikki veruliga eydnast, fyrr enn seinastu árini.

Frágreiðingarnar til, hví hetta hendir júst nú, kunnu helst vera nógvar. Men nøkur eyðkenni eru tó, sum tað valla slepst undan at nevna.

Fyrst og fremst, so er tað arbeiðið, sum er gjørt úti í feløgunum, sum hevur uppalt eina veruliga elitumentan, sum sjáldan er sædd áður. Og í øllum førum yvir ein so breiðan hóp. Vit hava í dag eina rúgvu av svimjarum, sum ikki leggja petti í, hvat onnur hava gjøtt áður. Úrslitið er, at met, sum hava fingið loyvi at standa ónortin í alt ov nógv ár, nú eru púrasta strikað.

Oddafiskarnir í hesum hava uttan nakran sum helst iva verið Fuglafjarðar Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag. Miðvíst og støðugt eru feløgini bygd upp, so tey í dag eru nógv tey sterkastu feløgini, og uttan iva eisini eru tey við bestu venjarunum. At fuglfirðingar so eisini hava skapt synergi við einum samstarvi við Gøtu og Klaksvík hevur avgjørt ikki gjørt teirra støðu verri. Tí við einum depli, sum fevnir um bestu svimjarar í norðurpartinum av landinum fæst alt annað líka meira burtur úr hvørjum einstøkum svimjara.


Felagsnevnarin

Og at enda, so slepst heldur ikki undan, at ein felagsnevnari verður nevndur millum gyltu ættarliðini í 1989 og 2007.

Petur Heðin á Fløttu var ein av avgjørdu lyklapersónunum á føroyska landsliðnum, sum í 1989 svam seks heiðursmerki heim. Tíðin, sum hann og aðrir nýttu til venjingar var til tá púrasta óhoyrd í føroyskum høpi, men úrslitið kom eisini, tá gull eftir gull varð svomið heim.

Og spyrt tú svimjikøn fólk í føroyska ítróttarheiminum, hvør katalysatorurin til anno 2007 hevur verið, so verður Petur Heðin nevndur í 9 av 10 førum. Sum landsliðsvenjari í seks ár hevur hann kanska betri enn nakar sæð, hvørji tøk skuldu takast í hyljunum kring landið. Og sum venjari í Fuglafirði hevur hann bygt eina eins sterka elitu- og vinnaramentan, sum hann sjálvur var partur av.

Og at suðuroyingar so hava gjørt tað sama við Jón Bjarnason hevur bara økt um synergi’ina. Eina synergi, sum brádliga hóttir við at lyfta Føroyar úr miðjuni í samlaðu oyl-støðuni og heilt upp á tindarnar.