Í skrivandi stund ganga nógv fólk runt í Føroyum og fyllla burturkast í sekkir. Tað er altjóða ruddingardagur í dag, og tí skulu Føroyar ruddast. Nógv plast og annað burturkast hevur leingi víst seg í gjáum, víkum, strendum og aðra staðni í føroysku náttúruni, men í dag ganga fleiri enn túsund fólk kring allar Føroyar og rudda hetta.
Ruddað verður í 50 ymsum støðum, og sambært fyrireikarunum hava fleiri enn túsund fólk meldað seg til.
Tað er Rudda Føroyar, ið skipar fyri hesum. Rudda Føroyar er eitt átak, ið er samskipað við einari vón um eitt Føroyar, ið ansar betur eftir dálking í náttúruni.
- Vit ynskja, at tað verður tørvur á færri ruddingum í framtíðini, og tað endaliga málið er, at tað slett ikki verður neyðugt at rudda Føroyar.
Soleiðis sigur høvuðssamskiparin av Rudda Føroyar, Ingmar Valdermason á Løgmansbø.
Fólk møttu upp í morgun klokkan 9 og fara at halda fram at rudda so leingi, tey tíma. Seinni í kvøld verður endabrestur í Norðurlandahúsinum, har bjóðað verður til hugna, ábit og live-tónleik.