Føroyar vunnu stórsigur

Landsliðsvenjarin roynir ymsar uppstillingar, nú Føroyar spæla venjingardystir í USA. Í venjingardystinum ímóti chilenskum 2. deildarliði spældu høgrabeintir spælarar í vinstru síðu frá dystarbyrjan

Fótboltur

Føroyska fótbóltslandsliðið vann ein sjáldsaman stórsigur, tá ið liðið um vikuskiftið spældi venjinardyst ímóti einum 2. deildarliði úr Chile. Úrslitið gjørdit 7-0 til Føroyar, og hetta var annar sigurin á rað í venjingardystum í USA.
Eftir evstamark her á blaðnum í dag, skuldu Føroyar royna seg ímóti einum sterkum liði úr Salt Lake City í triðja dystinum á USA-ferðini.
Dysturin ímóti chilenska liðnum kom seint í lag. Orsøkin var, FSF hevði avtalað ein dyst vi eitt lið úr Honduras, sum hevði vunnið steypakappingina í fjør, men liðið meldaði avboð til dystin dagin fyri.
FSF royndi at finna eitt annað lið at spæla ímóti, og liðið úr Chile var klárt at taka dystin upp ímóti føroyska liðnum.

Ov veik mótstøða
Trupulleikin við dystinum var bara tann, at chilenska liðið var ikki serliga gott, og í seinna hálvleiki fekk føroyska liðið sera lætt spæl, tí teir úr Chile kláraðu ikki at fylgja við tá.
Fyrsta málið hjá Føroyum kom ikki fyrr enn eftir ein góðan hálva tíma, og til ta tíð hevði chilenska liðið vart manniliga. So hvørt sum dysturin leið, gekk orkan hjá teimum undan, og í seinna hálvleiki høvdu føroyingar ov lætt spæl. Seks mál komu afturat, og so var stórsigurin veruleiki.
Málskjúttar vóru Andrew av Fløtum 2, Jónhard Frederiksberg, Fróði Benjaminsen, Hans Pauli Samuelsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør.

Nógvar royndir
Dystirnir í USA hava givið landsliðsvenjaranum Jógvani Martini Olsen møguleikan at royna ymsar nýggjar spælarar og nýggjar uppstillingar. Í dystinum ímóti chilenska liðnum spældu til dømis høgrabeintir spælarar í vinstru síðu.
Christian Høgni Jacobsen var vinstri bakkur og Bergur Midjord var kantspælari í vinstru. Hann noyddist tíðliga út, og so kom Hans Pauli Samuelsen á vøllin fyri hann.
Óli Johannesen og Atli Danielsen spældu í miðverjuni allan dystin, og Jákup á Borg royndi seg sum høgra bakk. Rógvi Jacobsen var aftur miðframherji, tó uttan at skora í hesum dystinum.
Í hálvleikssteðginum skifti landsliðsvenjaran nógvar spælarar út, og tað skal neyvan leggjast ov nógv í hesar dystirnar, tí teir eru til at royna ymsar spælarar á ymiskum plássum.