Fyri løtu síðani var fyrsti dysturin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti ímóti í Emerging Nations kappingini, sum var leiktur ímóti Kina í Gobrovo í Bulgaria liðugur.
Føroyar vunnu 30-23 aftaná at hava verið á odda 15-7 í steðginum. Ta eina løtuna steðgaði upp hjá føroyska liðnum, og Kina kom uppá 19-23, men so fór føroyska liðið frá kinverjum aftur, og kom uppá eina sjeymáls leiðslu aftur.
Málskjúttar hjá Føroyum: Høgni Klein Olsen 6, Peter Krogh 4, Hanus Christophersen 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Rókur Akralíð Nielsen 3, Eirikur Simonsen 2, Rógvi Dal Christiansen 2, Torstein Balle 2, Allan Norðberg 2, Tróndur Kragesteen 1, Tróndur Arge 1, Frank B. Askildsen 1
Málverjin, Jan Pauli Toft Johannesen hevði eitt bjargingarprosent uppá 36 prosent, og Eliesar Rubeksen hevði eitt bjargingarprosent uppá 30 prosent.
Í sama bólki vann Moldova ein knúsandi 46-13 sigur á Armenia. Í steðginum var Moldova á odda 20-7. Føroyar spæla ímóti Moldova í morgin klokkan 14 føroyska tíð.
Støðan:
1. Moldova 2 stig (+33)
2. FØROYAR 2 stig (+7)
----------------------------
3. Kina 0 stig (-7)
4. Armenia 0 stig (-33)
(Tvey tey ovastu liðini vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar)