Føroyingafelag í trongum skóm

Ole Gunnar Solskjær óttast, at bestu spælararnir mugu seljast fyri at tað skal hanga saman fíggjarliga hjá Molde.

Felagið hjá Sonna Ragnar Djurhuus, Molde, situr í trongum korum í løtuni, um ein skal trúgva høvuðsvenjaranum, Ole Gunnar Solskjær.

 

Tað hevur ikki gingið betur enn næst best hjá felagnum higartil í ár, og norskir miðlar hava víst á, at tað serliga er ein spælari, sum hevur gjørt munin, defensivi miðvallarin Babacar Sarr, sum eisini hevur tikið okkurt tørn í miðverjuni.

 

Nú óttast Ole Gunnar Solskjær, at felagið fer at selja senegalesaran í summar.

- Fíggjarstøðan er kanska ikki so ljósareyð sum øll halda, sigur fyrrverandi Manchester United-stjørnan við VG.

 

Hann sigur, at tað kann gerast neyðugt hjá felagnum at selja onkrar spælarar fyri at hava ráð at styrkja hópin.

- Vit kanna møguleikarnar, men júst nú havi eg ikki ráð at heinta aðrar spælarar inn. Tað kann tó brádliga vera, at vit selja onkran. Vit arbeiða tó alla tíðina við at styrkja hópin, sigur Ole Gunnar Solskjær.

 

Sonni Ragnar Nattestad spældi væl í vinardystunum undan kappingarbyrjan, men so slitnaði hælsinan. Hann hevur tí framvegis ikki spælt nakran dyst fyri Molde. Hann er fyri kortum byrjaður so spakuliga at venja saman við liðnum aftur. Sjálvur segði hann við Sosialin herfyri, at uppafturvenjingin gongur betur enn væntað.