Føroyingar aftur vitjan av børnum úr Ukraina

Í summar fáa føroyingar vitjan av 12 børnum og 2 tolkum úr geiðslarakta Ukraina og skulu tey verða her í uml. 1 mánaða, hetta er triðju ferð at føroyingar taka ímóti børnunum úr Ukraina

Í hesum sambandi og til arbeiði hjá Skandinavisku Barnamissiónini í Ukraina, eru bússir settar upp runt um í Føroyum.

2. korint 9,7: »Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki at óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar ein glaðan gevara«.

Heimstaðurin hjá børnunum ímeðan tey verða í Føroyum verður á Solo Deo Gloria í Klaksvík, men koma tey eisini at vitja aðra staðni í Føroyum. »Mammurnar« hjá børnunum ímeðan tey verða í Føroyum verða Jabjørt Thomsen og Fríðbjørg Michaelsen úr Klaksvík.

Tað týdningarmesta við vitjanini hjá børnunum úr Ukraina er, at vit geva teimum føðsluríkan mat, eina meiningsfulla frítíð í frískari luft, so at immunverjan styrkist; men mest av øllum, at tey hoyra evangeliið um Jesus, læra um Jesu kærleika til øll menniskju, og at tey verða elskað av okkum. Vit ynskja, at børnini styrkjast til anda, sál og likam, og at tey skulu fáa nýtt lívsmót, tá tey fara heimaftur til Ukraina.

Tey børn, ið ikki eiga klæðir at ferðast til Norðanlondini í, fáa klæðir frá Skandinavisku Barnamissiónini í Ukraina so tey ikki nýtast at føla seg illa.

Longu nú hevur ein kvinna í Føroyum bílagt og fingið Bíbliur til øll 12 børnini og onnur kvinna hevur bílagt barnabíbliur til børnini, aftur aðrar hava keypt klæði o.a. gott til børnini.

Eisini eru kvinnur byrjaðar at binda til børnini og aðrar sita og binda uppá dukkur, ið eru givnar, hesar verða síðan givnar børnum úr Ukraina.

Prædikarin 11.1. Kasta breyð títt út á vatnið, tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað.


Pakkar til børnini, familjuna o. o. í Ukraina

Kvinnur eru byrjaðar at pakka klæðir o.a. til Ukraina, ætlanin er eisini sum undanfarin ár at børnini sum koma í summar skuu fáa pakkar við klæðum o.ø. Vit í Skandinavisku Barnamissiónini eru ógvuliga takksom fyri alt sum givið verður og kunnu vit vísa á nakað av tørvinum sum dukkur, bilar, rulluskoytur og aðra leiku ið ikki verður brúkt meira, eisini eru klæðir, stearinljós, tógv at binda til tey neyðstøddu, skógvar, teppir, seingjarklæðir og annað hjartaliga vælkomið.

Um fólk vilja ofta tíð til bøn fyri børnunum og arbeiðinum takka vit hjartaliga. Sálm. 127.1 Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir.

Í Ukraina hevur missiónin eina stóra goymslu. 15 støð eru, har ið fólkið í Ukraina kann koma at fáa sær klæðir, støðini líkjast handlum, og starvsfólkið hevur ógvuliga góðan ordan bæði á klæðunum og á hvørjum tí einasta klædnaplagginum og væl verður fylgt við hvør fær hvat, alt verður skrásett so eingin kann misnýta arbeiði.

Eisini verður farið út til menniskju við ymiskum neyðturviligum, og verða sjúkrahús, barnaheim onnur heim har fólk kunnu koma at hvíla seg og fáa hita, eisini hjálpt, hjálp verður eisini givin, har børn, ið hava foreldur, sum hava drukkið ov nógv rúsdrekka, kunnu koma. Fongsul verða vitjað og evangeliið verður boða.

Samarbeitt verður við onnur ið geva klæðir o.a. út, og gevur (SBM) missiónin til hesi eisini.

Úr Føroyum er ígjøgnum árini givið bæði frá sjúkrahúsinum, ellisheimum, heilsølum, fyritøkum, handlum, peningastovnum og eisini ógvuliga nógv frá privatfólki. Skandinaviska Barnamissiónin vil hjartaliga takka øllum føroyingum fyri hjálpina, ið er givin hesi árini og fyri bønirnar, ið bidnar eru, tað er umráðandi at vit við Guðs hjál pstanda saman um at hjálpa umheiminum og hvørjum øðrum; vit hava brúk hvør fyri øðrum. Jusa, 2: miskunn og friður og kærleiki verið tykkum fyri í rikiligum muni!


2. korint 9,12-13

12) Tí at starvi við hesi tænastu bøtir ikki bert um trotið hjá hinum heilagu, men ber eisini ríkan ávøkst við takkargerðum til Guðs frá mongum.


13) Við tað at tey av tí sannroynda hjartalagi, sum henda hjálpin sýnir, koma at lova Guði fyri lýdni tykkara til at viðkenna tykkum gleðiboðskapin um Krist, og fyri trúlyndi tykkara í samfelagnum við tey og við øll.



Tjernobylvanlukkan

Náttina ímillum 25. og 26. apríl 1986 hendi helst hin mest umfatandi atom-reaktorvanlukka higartil. Vanlukkan hendi á Tjernobylverkinum í tí táverandi Sovjetsamveldinum (nú Ukraina).

Sjálvt um fólk bleiv flutt burtur og ymiskt annað bleiv gjørt hevði stórur partur av fólkinum longu upptikið stórar nøgdir av geislavirkna evninum í likamið. Hesi evnini gera tey ikki beinleiðis sjúk beinanvegin, men tey kunnu fáa kyknubroytingar seinni í lívinum. Eisini kunnu evnini førast víðari frá móður til barn.

Ein stórur partur av burturflutta fólkinum eru heimaftur komin. Ukraina er illa fyri fíggjarliga so tað hevur ikki verið møguligt at hjálpa øllum fólkunum, so nakað av fólkinum valdu at flyta aftur til landsbygdirnar sum tey búðu í áðrenn.

Mong hava ikki mat á borðið hvønn dag, og tað lítla av mati mong av teimum fáa, er í nógvum førum dálkað av geislavirkni. Ein stórur partur av grundvatninum og jørðini er eisini dálkað av geislavirkni.

Geislavirkna evni byggist upp í magasekkinum og strálar so víðari út í kroppin.

Í dag síggja vit fylgjurnar av vanlukkuni í 1986. 5% av teimum nýføddu í dag eru fødd við breki. Heilsumálaráðharrin í Volyn-regiónini, eitt av teimum ringast raktu umráðunum í Ukraina, segði við stjóran í Skandinavisku Barnamissiónini, Bo Wallenberg »Vit standa í eini støðu har vit vita, at ógvuliga nógv fleiri verða sjúk, samstundis sum Ukraina er í ógvuliga stórum peningaligum trupulleikum.

Í dag mangla vit tað mest neyðuga so sum mat og heilivág, so vit kunnu hjálpa sjúklingunum. Hvussu vit skuluera í framtíðini vita vit ikki« síðan segði hann, »eg biði teg Bo og Skandinaviska Barnamissiónin um at gera alt fyri at hjálpa okkara fólki í hesi truplu støðu okkara«.

Granskarar í Ukraina siga at niðanfyri standandi sjúkdómar eru vaksnir ógvuliga nógv síðan Tjernobylvanlukkuna:


Skaðar í sentralnervasysteminum.

Maga og tarmtrupulleikar.

Krabbamein í endatarminum, skjaldkertilinum, lungunum og blóðinum.

Hjartasjúkur.

Húð og blóðsjúkdómar.

Eldast ov skjótt.

Andatrupulleikar.

Alment minkandi immunverja.

Børn føðast manglandi limir o.a., t.v.s. fødd við brekum.


Bo spurdi heilsumálaráðharran hvat tað týdningarmesta var, ið SBM kundi hjálpa við. Tá svaraði hann »Bo hjálp okkara børnum«.

Tað eru prógv fyri, at børn ið hava vandamikla nøgd av geislavirkna evninum í maganum verða hjálpt við at koma uttanlanda í ein mánað og fáa føðsluríkan mat og fríska luft. Á hendan hátt byggir ein immunverjuna upp aftur og geislavirkna evni hvørvur úr magasekkinum.

Ludmilla Loniuks leiðarin fyri Skandinavisku Barnamissiónini í Ukraina greiðir frá.

Stjórnin krevur at øll børn, sum koma úr dálkaðum øki, skulu í reinari umhvørvi minst 30 til 60 dagar um árið, men hetta hevur stjórnin ikki ráð til. Bert 10.000 fáa henda møguleika. Tí eru tey sera takksom fyri hjálpina tey fáa, sjálvt um arbeiði at hava børnini kann tykjast hart, vónar hon at vit halda áfram.

Í 6 ár hava børn verið og ferðast í Norðanlondunum. Vit síggja broytingina og gleðina hjá teimum tá ið tey koma heim aftur. Ludmilla greiðir víðari frá, at bæði foreldur og systkin kenna tey, ið eru um børnini við navni. Børnini tosa altíð um tey og um hvat tey hava uppliva.

Tann størsti trupulleikin er at velja út hvørji børn skulu koma. Tað verður gjørt í samráð við heilsustýrið, sjúkrahúsið og læknan, so tey, sum eru ringast fyri vera vald. Tá børnini eru vald, fara vit út at savna foreldrini og siga teimum frá hvat fer at henda og hvussu ein tekur sær av teimum. Tá foreldrini eru sannførd um at tað er gott fyri børnini, skulu tey í holt við pappírsarbeiði (pass v.m.) Fyri at fáa pass skulu 8 ymisk pappír útfyllast, 3 av teimum skulu undirskrivast av sakførara. Tað eru ongir sakførarar á staðnum, so antin mugu tey fáa ein at koma á staðið, ella mugu tey ferðast 60-100 km, og tað er ikki lætt tá ongin peningur er. Bæði foreldrini skulu skriva undir. Tey eiga ofta 12-16 børn, og so mugu bæði fara at skriva undir, tað kann geva stórar trupulleikar. Tað tekur missiónini 3 mðr. at fáa passið í lagi. So skal heilsuskjal fyri hvørt barnið sær fáast til vega, hetta fyri at tryggja at barnið ikki er so sjúkt at tað doyr á ferðini, eisini skal staðfestast um barnið hevur allergi, ella tekur onkran heilivág.

Foreldrini vátta skrivliga at tey góðtaka at SBM hevur ábyrgdina av barninum á ferðini, síðani skal stemplast. Tá alt hetta er komið í rættlag, skulu visum fáast til vega frá teimum Norðurlendsku sendistovunum. Eitt arbeiði sum í summum førum kann vera sera torført og tíðarkrevjandi.

Konto navn og nr. er: Tjernobylrakt børn, SBM, postgiro 77178, Føroya Banki 495.217.2, Føroya Sparikassi 125.433.4, Norðoya Sparikassi 100.388.5, Suðuroyar Sparikassi 100.513.9.