Eftir Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Hamborg, Sosialurin: Hvítabók sigur greitt, at taka føroyingar fullveldi, so kunnu vit rokna við at livifóturin fellur nakað
-Og eg eri als ikki á-hugaður í, at tað skal gerast verri at liva í Føroyum. Eg vil hava tað gott, eg vil at kona mín og børnini hava tað gott. Tað er tað sum tað heila snýr seg um í mínum lívi. Tað er tað eg livi fyri. Hvussu hini hava tað fái eg ikki gjørt nakað við, men eg vil hava tað gott. Tað er mítt lívsstríð. Eg vil als ikki ganga við til at lækka livi-fótin, móti at vit fáa eitt frælsari land, sigur 38 ára gamli nólsoyingurin, Rógvi Thomsen, sum er maskin-sjefur umborð Hirsholm. Hann situr stuttkliptur í ketildragt við daggomlum skeggstubbum inn yvir borðið í messuni við einum kaffikrússi í høgru hond. Maskinmenn kunnu illa fjala at teir eru maskin-menn, hendan veikans oljan smýgur sær inn allastaðni.
Vit eru stødd umborð á danska farmaskipinum Hirsholm. Hetta skip kemur rættuliga ofta til Hamborg. Við eru fast tríggir føroyskir yvirmenn. Skiparin í løtuni er 49 ára gamli Jógvan Sundskarð úr Klaksvík. Hann er millum annað kendur sum skipari á Lómi. Jógvan býr niðri. Stýri-maðurin er úr Lopra. Hann eitur Kári Nielssen og hann er komin heilskapaður gjøg-num allar útsynnings-stormarnar í Lopra seinastu 27 árini. Maskinsjefurin eitur sum áður nevnt Rógvi úr Nólsoy. Men tveir aðrir føroyingar eru eisini við Hirsholm. Teir eru heima í løtuni. Tann eini eitur Jóan Jakku, avloysir Jógvan sum skipara og er ættaður úr Miðvági. Hin er maskin-sjefur og avloysir Rógva. Hann eitur Torkil Strøm, er ættaður úr býlinginum Við Kráir í Vági og gongur í løtuni og ansar eftir mað-kum millum veðrakrovini í hjallinum.
Umboðsmaðurin hjá Før-oysku og Donsku Sjó-mannskirkjuni er umborð og vitjar. Hann er tilfeldivís eisini journalistur og hevur sett føroyingunum stevnu at tosa um fullveldi, nú Hvíta-bók sodnar millum før-oyingar. Tað er hósmorgun í farnu um áttatíðina. Upp-runaliga skuldu vit práta týsdagin, men tá var lagið umborð so merkt av brotasjógvinum hjá Agot og vanlagnuni hjá Poul Eyð-finn, skipara sála, at vit vóru ikki rættuliga upplagdir. Nógvir tankar fóru heim til tey, sum sita eftir.
Sólin er júst komin upp um morguntokuna og stend-ur stór og reyð og rund og gyllir alt havnarlagið. Í nátt er hitalagið fyri fyrstu ferð í heyst komið niður um frostmarkið. Tú sær grá-hvítu guvuna standa fram úr andlitinum á teimum kviku lossingarmonnunum, ið klintrast, eins og bjarga-menn, omaná bingju-stápl-unum kring havnarlagið.
Ikki loysingarmenn
Føroysku yvirmenninir umborð á Hirsholm eru ikki loysingarmenn, tað hoyrir ein skjótt. Her má skjótt finnast eitt annað skip við meira loysingarsinnaður føroyingum umborð, skal javnvág verða føroyskum práti um framtíðarstøðu Føroya her í Hamborg.
? Eg havi ikki einaløtu roknað við, at føroyingar av álvara fara at takað stigið út og kvetta vit Danmark. Eg veit væl at banka-kanningin sum gav dønum skyldina, hevur givið Tjóð-veldisflokkinum vind í seglini. Í løtum kann eg eisini fylgja tjóðveldis-monnum, tá teir siga at tað er rætt at klára seg sjálvan. Eg búgvi niðri og í Dan-mark verður tað als ikki tikið fyri givið, at væl-ferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, har øll eru tryggjaði við pensiónum, at hetta fer at halda. Eg øtist við tankan um livikorini hjá pensionistunum í Føroyum, tá livifóturin fer at lækka. Og tað fer hann, taka føroyingar loysing, tað sigur sjálvasta Hvítabók. sigur Jógvan Sundskarð, skipari á Hirsholm.
Óveruligt bjartskygni
Lopransmaðurin setir knyklar í bryr, nú fram-tíð-arstøða Føroya verður verður vigað aftur og fram umborð á Hirsholm. Hon-um dámar ikki rákið, sum hevur verið frammi í Før-oyum seinnu árini.
- Góði búskapurin sein-astu árini í Føroyum er or-søk til optimismuna. Fiska-prísirnir hava verið sera høgir. Vit gloyma, at vit enn hava bara fiskivinnuna at líta á. Eg sigldi við trolara undir Føroyum. Tað eru bara nøkur fá ár síðan, at ein ísfiskatúrur, sum fór undir 3000 kassar, varð hildin at vera ein mi-seydnaður túrur. Í dag verður ein túrur upp á 1000 kassar roknaður fyri ein góður túrur. Góði prísurin bjargar týrinum.. Vit, sum kenna til fiskivinnu vita, at tað koma eisini tíðarskeið við vánaligum prísi. Og tá hava vit eisini bara fiski-vinnuna at líta á, sigur Kári Nielssen.
Trýst
Nólsoyingurin Rógvi er ikki nøgdur við framferðar-háttin hjá loysingar-flokk-inum.
- Eg havi ongantíð rættu-liga skilt, hví loysingin skal vera akkurát nú. Tjóð-veldisflokkurin hevur ført fram loysing nú ella ongan-tíð. Eg hav ongantíð tora at hugsað, at føroyingar fóru at taka loysing og satt at siga, so óttist eg prátið sum hevur verið frammi í sein-astuni heima í Føroyum. Eg hugsi um áttatiárini, tá kláraðu føroyingar sjálvir at stýra okkara samfelag út av eggini. Tað eru somu menn, sum stýra nú, sum stýrdu tá. Onkur er útskiftur, men í høvuðsheitinum, vóru teir menn í politikki í áttati-árunum, sum stýra í dag. Hvat er ørvísi nú mótvegis áttatiárunum, tá eydnaðist tað at stýra okkum so loð-andi á heysin, enntá við donskum blokki, sigur Rógvi Thomsen.
Nógv evni koma fram undir prátinum umborð á Hirsholm. Einamest óttast føroyingarnir teirra framtíð í danska handilsflotanum, taka føroying loysing.
- Bara tvey prosent av føroyingum, sum sigla við handilsskipum, sigla við føroyskum. Restin er eina-mest við donskum skipum. Skal tú arbeiða sum yvir-maður á einun donskum skipi, so er tað eitt krav, at tú ert danskur statsborgari. Eg haldi framvegis, at vit eru frælsasta fólk í heim-inum. vit kunnu nýta tvey pass, vit hava tvey persóns-nummur. Vit kunnu njóta allar teir fyrimunir, sum verða bodnir føroyingum í Føroyum og vit kunnu njóta allar teir fyrimunir, som verða bodnir dønum í Danmørk. Og at hava danskt pass, tað er ikki bara okkurt. Eg veit um før-oy-ing, sum ikki slapp at mynstra í Englandi við før-oyskum passi. Eg havi sjálvur upplivað í Ham-borg, at løgreglan ikki vistu hvat Føroyar var fyri nak-að, tá teir hugdu í mann-ingarlistan, sigur Kári Nielssen, styrimaður á Hirsholm.