Føroyingar fáa týðandi leiklutir í Buzz Aldrin

Fleiri føroyskir sjónleikarar fáa týðandi leiklutir í stóru norsku sjónvarpsrøðini Buzz Aldrin, sum lutvíst verður tikin upp í Føroyum. Les her, hvør hevur fingið høvuðsleiklutirnar Buzz Aldrin hvor ble det af deg i alt mylderet? er navnið á skaldsøguni, sum nýggja norska sjónvarpsrøðin byggir á.

 

Skaldsøgan gongur lutvíst fyri seg í Føroyum, og í næstu viku byrjar føroyski parturin av upptøkunum til sjónvarpsrøðina. Upptøkurnar í Føroyum byrja 23. juni og varða í umleið 6 vikur.

 

Eisini føroyskir sjónleikarar skulu spæla við í sjónvarpsrøðini. Ein av teimum, sum hevur fingið stóran leiklut, er klaksvíkingurin Annfinnur Heinesen, sum hevur virkað í Danmark seinnu árini. Eisini Annika Johannesen, sum hevur búð í Danmark í nógv ár, skal spæla við. Helle Fagralid, sum er danskur sjónleikari við føroyskum ættarbondum, skal eisini spæla við.

 

Hesi hava stórar leiklutir í Buzz Aldrin

Mattias - Pål Sverre Valheim Hagen

Havstein - Bjarne Henriksen

Ennen - Rikke Lylloff

Palli - Annfinnur Heinesen

Anna - Annika Johannssen

Eydis - Helle Fagralid