Føroyingar fingu stórfyritøku í gávu

Stjórin í altjóða danska felagnum Blue Water Shipping, handaði leygardagin sínum 750 starvsfólkum 75 prosent av virðisbrøvunum í fyritøkuni sum gávu. Smyril Blue Water er dótturfelag hjá fyritøkuni, og har starvast 19 føroyingar, sum soleiðis eisini fáa ágóðan av stórfingnu gávuni

Kurt Skov er hevur átt og rikið flutningsfyritøkuna Blue Water Shipping, síðani hon varð stovnað í 1972. Hann hevur 750 fólk í starvi, deildir kring allan knøttin – eisini í Føroyum. Blue Water Shipping er størsta privata flutningsfyritøkan í Danmark.
Leygardagin kallaði Kurt Skov starvsfólkini saman til ein fund, har hann boðaði frá avgerð sínari.
Starvsfólkini koma framyvir at eiga 75 prosent av fyritøkuni. Hetta gjøgnum ein júst stovnsettan grunn, Blue Water Fonden, ella grunnurin um man heldur vil tað.
– Eftir nógva umhugsan og drúgvar samtalur við familju, sakførara og ráðgeva mín, um framtíðar bygnaðin hjá fyritøkuni, eri eg komin til ta niðurstøðu, at besta loysnin er at stovnseta ein vinnurekandi grunn, Blue Water Fonden.
– Tí lati eg nú 75 prosent av virðisbrøvunum, og harvið eisini avgerandi ávirkanina í fyritøkuni, til Blue Water Fonden, sigur Kurt Skov í tíðindaskrivi. Hini 25 prosentini varðveitir Kurt Skov og familja hansara.

Føroyingar fáa part
Blue Water Shipping hevur í dag 45 skrivstovur í tilsamans 24 londum. Í Føroyum eiga teir dótturfelagið Smyril Blue Water, har tilsamans 19 starvsfólk eru. Hesi eru partur av teimum 750 fólkunum, sum nú hava fingið 75 prosent av fyritøkuni í gávu.
Á Smyril Blue Water fingu tey almennu boðini mánadagin, men sjálvandi høvdu tey hoyrt um tað frammanundan. Hetta er kortini so mikið fekst, at tá vit hittu starvsfólkini á orði mikumorgunin vistu tey ikki ítøkiliga, hvat hetta inniber.
Í veruleikanum merkir hetta tó, at tvey prosent av hesum eiga starvsfólkini í Føroyum. Hvat hetta síðani hevur við sær fer tíðin at vísa, men greitt er nú, at verður fyritøkan einaferð seld í framtíðini, so verða tað tey 750 starvsfólkini, sum býta vinningin av teimum 75 prosentunum. Her fáa tey 19 føroysku starvsfólkini eisini sín part av køkuni, tí tey eru nú partaeigarar í flutningsfelagnum, sum umsitur fyri meiri enn tvær milliardir árliga.

Ongantíð til sølu
Blue Water Shipping er í dag ein spennandi fyritøka við góðum umdømi og sterkum kapitali.
– Sjálvandi hava fyritøkur vent sær til mín og bjóða nógvan pening, men hetta hevur ongantíð freistað meg. Blue Water hevur nevniliga ongantíð verið til sølu, líkamikið hvør prísurin er, staðfestir Kurt Skov í tíðindaskrivinum.
Í sama skrivi verður víst á, at Blue Water Shipping er ein heimsumfevnandi fyritøka.
– Henda kósin skal haldast, men eg ynski at varðveita felagið á donskum hondum, og at hava høvuðssætið í Esbjerg framyvir eisini.
– Vit fara framhaldandi at stýra menningini, og lata okkum ikki bara ávirka og mátast av fígging, umsiting, partabrævavirðum og teimum klóku fólkunum á Børsen, ljóða avgjørdu boðini frá 60 ára gamla Kurt Skov.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Kurt Skov gevur burtur av ognum sínum. Lokalu ítróttarfeløgini hava eisini notið ágóðan av hansara fíggjarliga stuðli. Hetta sæst kanska einamest aftur í, at leikvøllurin hjá SAS-ligu felagnum Esbjerg ber navnið Blue Water Arena.


Søgan um Smyril Blue Water í stuttum:
Smyril Blue Water er fyrrverandi farmadeildin hjá Smyril Line. 1. apríl 2005 keypir Blue Water Shipping 50 prosent av hesi deild. Seinni, tá Hotel Føroyar eisini verður selt, keypir Blue Water Shipping hina helvtina hjá Smyril Line, soleiðis at teir eiga gomlu farmadeildina burturav.
Blue Water Shipping hevur annars havt virksemi í Føroyum síðani einaferð í áttatiárunum, og verið høvuðsagentur hjá Smyril Line og umboð hjá Strandferðsluni hesa tíðina.

Fakta um Blue Water Shipping:
Stovnað 1972
750 fólk starvast har
Høvuðssætið er í Esbjerg har 170 fólk starvast
Blue Water Shipping 45 skrivstovur í 24 londum
Í dóttirfelagnum Smyril Blue Water starvast 19 fólk
21. apríl varð Blue Water Fonden stovnsettur, har 75 prosent av virðisbrøvunum fara – hini 25 prosentini varðveitir familjan Skov