Tríggir dystir eftir at leika og fimm stig upp til FC Kolding, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarmarkið. Tað sær av sonnum tungt út hjá FC Fyn og Hvidovre, har tveir av okkara evnaríku fótbóltsleikarum spæla dagliga.
Viljormur Davidsen telist millum stuðulsleikararnar hjá FC Fyn, har hann røkir sessin sum vinstri bakkur so at siga hvønn dyst. Fríggjakvøldið spældu hann og liðfelagarnir í móti oddaliðnum AGF, sum longu hevur tryggjað sær sess í landsins bestu fótbóltsdeild eftir summarsteðgin.
Ikki óvæntað fór AGF við øllum, men hetta eftir at FC Fyn hevði verið á odda 1-0 og síðani javnaði til 2-2. Tað var tó ongin ivi um, at AGF var rætti vinnarin av dystinum, har Viljormur spældi samfullar 90 minuttir á bakkinum.
Øðrvísi er støðan hjá Øssur Dalbúð, sum skifti ÍF út við Hvidovre í januar. Áleyparin hevur verið skaddur í trimum umførum, men hevur kortini fingið nakrar dystir á besta liðnum. Í gjár varð hann skrásettur fyri enn ein dyst, tá hann var skiftur inn tveir minuttir fyri leiklok í javnleikinum í móti FC Vestsjælland.
Eina stigi merkir, at Hvidovre og FC Fyn nú eru ávjøvn í stigum við 23 hvør.
Atli fekk eitt stig
Nakað betri sær tað út hjá Atla Danielsen í FC Roskilde, sum hevur 14 stig fleiri enn tey bæði botnliðini við føroyingunum. Klaksvíkingurin spældi sum vant dystin á tamb á sentrala miðvøllinum, men mátti tíverri ásanna, at tað eydnaðist Hobro at vinna tveymála leiðsluna innaftur, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki.