Føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at nokta Sea Shepherd, ella øðrum, ið ætla at gera seg inn á føroyska lóg, at koma til Føroya.
Tað staðfestir Inger Støjberg, danski ráðharrin í útlendingamálum.
Hon staðfestir samstundis, at føroyingar hava eisini fullan rætt til at koyra tey av landinum, sum gera seg inn á føroyska lóg, ella har fortreytirnar fyri at fáa innferðarloyvi, ikki longur eru til staðar.
Og harafturat staðfestir hon, at fólk, sum koma til Føroya, sum ferðafólk, hava ikki rætt til at arbeiða her, uttan at tey eisini hava arbeiðsloyvi.
Eitt úrslit av hesum er, at tey, sum søkja um innferðarloyvi til Føroya, men har mett verður, at tey hava í hyggju at arbeiða her, fáa ikki innferðarloyvi.
Tað er talsmaðurin í útlendingamálum hjá Dansk Folkeparti, Martin Henriksen, sum hevur spurt Inge Støjberg um hon ætlar at spyrja føroyingar um vit hava brúk fyri hjálp til at basa Sea Shepherd, eitt nú við at seta nýggjar lógir og reglur í gildi.
Samgongan hevur longu sett fleiri tiltøk í verk fyri at forða Sea Shepherd, ella øðrum, at gera seg inn á grindadráp.
Eitt er, at skip, sum eru á veg til Føroya í ófriðarørindum, kunnu burturvísast longu á sjómarkinum. Eitt annað er, at tað skal vera lættari at vísa fólki, sum gera ónáðir, av landinum. Og eitt triðja er at limir í Sea Shepherd, ella onnur, ið koma higar at forða fyri grindadrápi, skulu hava arbeiðsloyvi, tí mett verður, at tey í roynd og veru arbeiða fyri ein felagsskap, tá ið tey eru her.
Inger Støjberg sigur, at hon hevur verið í samband við Poul Michelsen, sum er landsstýrismaður á økinum, áðrenn hesar nýggu reglurnar vórðu settar í gildi.
Og hon ger greitt, at føroyingar hava fullan rætt at seta tey tiltøk í verk, sum samgongan hevur sett í verk, og samstundis hevur hon kunnað útlendingastýrið, og uttanríkisráðið um nýuggju reglurnar.