Føroyingar hava sløkt sigarettina

Ætlanin at gera tað dýrari at keypa sigarettir fyri at avmarka roykingina, hevur givið gott úrslit. Hinvegin hevur tað verið til fánýtis at seta prísin á søtmeti upp fyri at fáa føroyingar at eta sunt

Ætlanin hjá samgonguni at seta prísin á sigarettum upp fyri at avmarka roykingina, hevur hepnast væl.

Tað vísir ein spillfesk uppgerð yvir inntøkurnar, sum landskassin hevur havt av punktgjøldum og mvg av tubbakki.

Inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og avgjøldum av tubbaksvørum, eru minkaðar hesi seinastu árini.

Og tað er hent, hóast avgjaldið á tubbakki er munandi hækkað.

Hetta upplýsir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyri John Johannessen, løgtingsmanni, sum vildi hava greiði á hesum viðurskiftunum.

Tað kann so bara merkja, at munandi minni av tubbakki verður innflutt nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani.

Tað merkir so eisini, at munandi minni verður roykt.


Ger stóran mun

Avgjøldini á sigarettir eru hækkað í trimum umførum í árunum frá 2005 til 2008.

Tað var ógvuliga stór ósemja um ætlanina at seta prísin á sigarettum upp.

Forsprákararnir førdu fram, at hetta var ein góður máti at avmarka roykingina.

Mótstøðufólkini vóru vís í, at hetta fór hvørki at gera frá ella til.

Men nú gongur sjón fyri søgn:

Tað hevur gjørt stóran mun.

Tað vísir ein spillfesk uppgerð yvir inntøkurnar hjá landskassanum yvir inntøkurnar av punktgjøldum og mvg av tubbakki seinastu árini.

Frá 2005 til 2006 vaks inntøkan hjá landskassanum av tubbaksvørum næstan 4,5 milliónir, frá 85,5 milliónir í 2005 upp í 90 milliónir í 2006.

Í 2007 vaks tað uppaftur 9,4 milliónir, upp á 99,4 milliónir.

Men Síðani er tað minkað í stórum. Í 2008 var inntøkan hjá landskassanum av tubbaksvørum kvinkað niður á 97,7 milliónir.

Men í 2009 er minkingin eitt satt skarvslop niðureftir, tí tá var tað minkað heilar 10,4 milliónir, niður í 87,4 milliónir.


Ikki gjørt mun

Hinvegin er royndin miseydnað at seta prísin á søtmeti og sukurvørum upp fyri at fáa føroyingar at eta sunt.

Síðani 1994 eru avgjøldini á søtmeti og kipsi hækkað tríggjar ferðir. Grundgevingarnar fyri hækkingunum vóru tær somu sum tær vóru fyri at seta prísin á sigarettum upp.

Hetta skuldi nevniliga fáa føroyingar at eta sunnari. Mótstøðufólkið trúði onki upp á hetta, tí tey søgdu, at einasta endamálið var at at geva landskassanum fleiri inntøkur. Tvørtur ímóti høvdu nógv hug at sláa alt upp í glens og hugtakið um, at nú skuldu grønar keks bjarga landskassanum og fullveldinum, blivu vanlig í politiska orðaskiftinum.

Og hesuferð var mótstøðufólkið á rættari leið enn tey vóru við roykingini, tí heilsupolitiskt hevur tað ikki virkað heilt eftir ætlan at gera søtmetið og kipsið dýrari.

Í øllum førum kann sigast, at tað frægasta, sum er komið burtur úr, er, at inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av søtmeti og kipsi, er munandi hækkað.

Talvan vísir nevniliga, at inntøkurnar hjá landskassanum av avgjøldum av søtmeti og kipsi, eru meiri enn tvífaldað seinastu seks árini frá 2004 til 2009.

Á nýføroyskum politikaramáli verða inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av tubbakki, søtmeti og kipsi, nevndar heilsuskattur.


Samanfall

Og til stuttleika kann nevnast, at inntøkurnar hjá landskassanum av heilsuskattum svaraði í fjør næstan akkurát til tað, sum tað kostaði at senda føroyskar sjúklingar til serviðgerð uttanlands.

Í fjør vóru heilsuskattirnir nevniliga 136,4 milliónir krónur og serviðgerðin uttanlands kostaði 135,0 milliónir.

Hnvegin vísir uppgerðin eisini, at játtanin til serviðgerð uttanlands og avgjaldshækkingarnar á tubbakki og søtmeti, fylgjast.

Sìðani 2004 eru útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands hækkaðar 40% og tað er akkurát tað sama, sum útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands eru hækkaðar.

Hinvegin eru játtanirnar til tey trý sjúkrahúsini hækkaðar 31% í hesum sama tíðarskeiði.


Inntøkur av tubbakki

Hendan talvan vísir inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av tubbakksvørum hesi seinastu árini. Allar inntøkurnar eru í milliónum krónum


2004: 71,8

2005: 85,5

2006: 90,0

2007: 99,4

2008: 97,7

2009: 87,4


Inntøkur av søtmeti


Hendan alvan vísir inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av søtmeti og kipsi hesi seinastu árini. Allar inntøkurnar eru í milliónum krónum


2004: 24,4

2005: 33,3

2006: 43,3

2007: 43,3

2008: 39,7

2009: 49,0