Fremad Amager, við fýra føroyingum í leikarahópinum, er í hesum døgum í Turkalandi á venjingarlegu. Fyrsti dysturin á túrinum var leiktur seinnapartin í dag, og tveir føroyingar fingu sín leiklut í dystinum.
Rókur av Fløtum Jespersen hevur ikki verið við í venjingardystunum, sum liðið hevur leikt í vetur. Hann var tó innskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Fremad Amager leikti málleysan javnleik móti Vostof FC úr Kasakstan.
Gøtumaðurin Erling Jacobsen fekk eisini seinastu 20 minuttirnar á vøllinum. Sambært donskum miðlum stóðu teir seg væl.