Føroyingar lumpaðir í hernaðarmálinum

»Tað gleðir Danmørk, at vit kunnu gera okkurt munagott, við at geva tykkum Føroyar og Grønland at ráða yvir?«. Soleiðis ljóðar eitt av mongum skrivum, sum danskir mynduleikar sendu amerikanum í sambandi við amerikonsku hernaðarstøðina í Mjørkadali. Í felag ætlaðu teir, at føroyingar skuldu halda, at talan var um eina NATO-støð

Sambært donsku sjónvarpsrásini, TV2, er aftur aftur álvarsom kreppa millum føroyskar og danskar mynduleikar í væntu.


Danskir politikarir vistu væl, at USA undir kalda krígum hevði hernaðarligt virksemi í Føroyum. Føroyingar vórðu eftir øllum at døma, hvørki eftirspurdir, ella fingu at vita, hvat fór fram. Enn einaferð er komið fram, at føroyingar hava verið lumpaðir av donskum mynduleikum.


Prógvini eru nú almenn


Føroyar hoyra til Danmarkar, og eru partur av danska verjupolitikkinum. Soleiðis hevur ljóðað undir heimastýrisskipanini í mong ár. Í veruleikanum varð kortini ein heilt annar politikkur førdur.


Prógvið er sambært donsku tíðindunum at finna í tí enn ikki almannakunngjørdu kanningini hjá Suna Johansen, Jóannes Dalsgaard o.ø í amerikonskum, dosnkum og føroyskum skjalasøvnum.


Danmørk avreiddi Føroyar


Í einum amerikonskum skjali verður staðfest at, »í Danmark er týdningarmesta málið hjá USA, framvegis at hava atgongd til at byggja verjustøðir í Grønlandi og Føroyum. Antin í NATO-, ella í amerikonskum høpi?«.


Danskir politikarir vístu vælvild, hesum viðvíkjandi.


Tá uttanríkismálaráðharrin, Jens Otto Kragh hevði lisið amerikanska skrivið, svaraði hann millum annað við hesum orðum: »?tað gleðir Danmørk, at vit kunnu gera okkurt munagott, við at geva tykkum Føroyar og Grønland at ráða yvir?«.


Hann legði afturat, at við hesum fór játtanin til donsku verjuna at verða betur dámd í Danmørk.


Fremmant hervald


Føroyingar vistu væl, at radar- og radiostøðir vórðu bygdar á Sornfelli. At talan var um amerikanskar støðir, ætlaðu danir hinvegin at halda loyniligt - fyri føroyingum. Talan er um útsend hernaðarfólk, sum ganga fyri at vera NATO-fólk, men í veruleikanum eru reint amerikonsk. Hesum er eisini prógv fyri í amerikonsku skjølunum, sum eru komin fram í føroysku kanningini:


»...vit ætla okkum at fara so langt sum gjørligt, fyri at fáa herliðið at síggja út sum eitt NATO-herlið, sum danskir mynduleikar hava skotið upp?« , skrivaðu amerikanskir myndugleikar


Tað løgna í øllum hesum, er, at danskir mynduleikar hava havt ein almennan politikk, sum staðfestir, at tað ikki ber til at hava fremmant hervald á danskari jørð, meðan tað eftir øllum at døma ikki bilti tá hetta fremmanda hervald var í Grønlandi, ella her í Føroyum.