Tað framgekk av samtaluni, at skjót hjálp er dupult hjálp, so Gullhornið letur 10.000 kr. til eitthvørt projekt sum arbeiðir her og nú.
Lat okkum síggja burt frá løgmanstaluni um fyrivarni og lat okkum innflyta 2.000 fólk, passar væl til ár 2000, sum vit brúka nógvar pengar í tað tóma einki til fyrireikingar at hátíðarhalda ár 2000 haldið. Brúka teir til tey 2000 ístaðin.
Øll sum hava tóm hús standandi, lat tey til tey 2000 í staðin.
Øll sum hava ov nógvan mat í yvirskot, lat hann fara til tey 2000 ístaðin.
Øll sum hava ein bát tey ikki brúka, lat tey fáa hann til láns, ella saman við eigarinum til fiskiskap til matna til tey 2000 ístaðin. Øll hava vit eitt - tvey rúm í húsum okkara sum kunnu lata onkran av teimum 2000 at koma undir tak.
Nógvir almennir bygningar standa tómir.
Nógv kontór standa tóm.
Send helvtina av politistyrkini í forlongdari feriu, og set onkran av teimum 2000 ístaðin, so vit fáa virðing fyri lógini og fyri okkara næsta.
Ger tað sama við løgtingsmenn og landsstýrismenn.
Allar forrætningar seta ein náttarvakt tað tíðarskeið tey eru her, er tað ikki tað mest neyðturviliga arbeiði vit geva teimum, hava tey kanska størri virði í tí dagliga í staðin fyri at taka ímóti sosialhjálp.
Nógvar forrætningar kundu økt um arbeiðsfólkið í einum stuttum tíðarskeiði og øll inntjenta lønin fór í ein kassa til tey 2000.
Øll vælvirkandi hús fáa eina húshjálp, vaskikonu, barnaansing, kókikonu sum ger Kosuvo lívrættir, nógv hús treingja til ábøtur, til ein góðan, bæði innan og uttan, vit kundu lært nógv um tey og teirra lív í tí dagliga. Vit kundu kanska fingið meir sjálvsvirði, alt fram til ár 2000 hvar kríggið er greina av og fólkið fer heim aftur til sítt egna land at byggja tað upp aftur við hjálp frá okkum.
Vit biðja Jesus um fyrigeving fyri okkara syndir og synda víðari.
Vit biðja Jesus um lív og heilsu og unna tað ikki fyri okkara næsta.
Verði vilji tín á himli sum á jørð, um vit eru líðin? eru vit tað.
Heldur kríggið uppat í komandi viku, hava vit kanska størri gleði í tí dagliga um vit settu projektið í gongd, enn at tosa um lógir og fótbólt.
Leif Erik Niclasen