Í maj lat Olivina Joensen upp áhugaverda café niðri í Vágsbotni í Havn. Talan er um eina café, ið minnir nógv um hugnaligu caféirnar í Nyhavn í Keypmannahavn.
Men munurin millum Café Karlsborg og caféirnar í Nyhavn er talið á vitjandi. Tað gongst nevniliga ógvuliga strilti hjá Olivinu Joensen at venja føroyingar við café mentanina.
Sita øll í bili
Olivina Joensen heldur ein part av orsøkini til, at tað nærum ikki kemur fyri, at føroyingar støkka inn á gólvið á einari café til ein kaffimunn og lítið ábit, vera, at vit eru alt ov bundin at bilum.
? Tá føroyingar fara til handils, fara teir í bili. Handilsørindini verða avgreidd, og síðani verður koyrt til hús aftur. Vit spáka ikki eins nógv runt í býnum, sum fólk í øðrum londum, og tí støkka vit heldur ikki inn á eina café á vegnum heim ella á veg til næsta handilin.
Olivina Joensen ásannar, at Café Karlsborg liggur eitt sindur fjart frá sjálvum handilslívinum í Havn, og kann hetta vera ein orsøk til, at ringt er at fáa fatur á viðskiftafólki.
Vágsbotnur skrivstovuøki
? Í Vágsbotni, her sum caféin liggur, eru nærum bert skrivstovur. Her eru fáir handlar, og haldi eg hetta vera orsøkina til, at fá fólk vitja caféina.
Men Olivina Joensen hevur meiningar um, hvussu umhvørvið í Vágsbotni kann gerast hugnaøkið burturav fyri Havnina.
? Eg eri vís í, at vóru gávubúðir og annað líknandi í hugnaligu og gomlu húsunum her niðri í Vágsbotni, høvdu nógv fólk vitjað her dagliga, og eg eri somuleis vís í, at hetta hevði skapt gróðrarlíkindi fyri einum café umhvørvi.
Einki skeinkiloyvi
Eigarin av Café Karlsborg ætlar sær ikki at fáa sær skeinkiloyvi, fyri at fáa fatur á viðskiftafólkum. Hon ásannar, at skeinkiloyvir draga fólk, men sigur seg samstundis vera greiða yvir, at hetta tekur sjarmuna frá caféini.
? Fái eg mær skeinkiloyvi, koma ávís fólk at sita her allan dagin, og hetta kann gera, at onnur, ið ikki hava hug til bara at sita og sutla øl í seg, halda seg burt.
Ætlnirnar hjá Olivinu Joensen við Café Karlsborg eru nevniliga ikki bert at vinna sær pening, men eisini at byggja upp hugnaligt café umhvørvi í Vágsbotni. Tí vil hon ikki fáa sær skeinkiloyvi, bert fyri at vinna sær pening.
? Eg veit væl, at tað hevði verið hugnaligt at kunna sitið uttan fyri caféina við einum vínglasi ella einari øl ein vakran summardag, sigur Olivina, men vísir á, at hetta hevur ein kostnað. Og kostnaðurin er, eins og áður nevnt, at ávís fólk fara at hanga í caféini allan dagin og drekka øl.
Fyri øll
? Eg vil, at caféin skal vera fyri øll. Her skulu allir aldursbólkar kunna koma, slær Olivina Joensen fast. Hon vísir á, at væl ber til hjá rørðslutarnaðum og gomlum í rullistóli at koma inn í caféina.
Og tey eldru eru kanska eisini tey, ið hava størstan áhuga fyri caféini. Húsið er bygt í 1924, og í kjallaranum, har caféin húsast, hevur mangur maður slitið hendur sínar uppi yvir einum egningarstampi.
Olivina greiðir frá, at onkur eldri maður hevur víst henni á, at eitt ávíst hol í einari av træsúlunum í caféini, er holið frá naglanum, har svinturnar plaga at hanga.
Men caféin skal vera fyri øll ? ikki bert tey eldru. Tí ætlar Olivina Joensen sær at skipa fyri smærri listaframsýningum og livandi tónleiki í caféini. Hetta, heldur hon, fer at draga fólk.
Harafturat er eisini møguligt at halda jólaborðhald og føðingardagar í Café Karlsborg.
Café Karlsborg verður opin til um tíggju tíðina á kvøldi fram til jóla, og so verður opið nakrar dagar millum jóla og nýggjárs. Síðani verður stongt til einaferð í vár, tá ferðafólkini koma. Tey vitja nevniliga dúgliga í Café Karlsborg.