Føroyingar síggja bjartari up á framtíðina

Føroyingar eru vorðnir bjartskygdari.

Tað vísir nýggjasta konjunkturbarometrið, ella treystitalið, sum Fíggjarmálaráðið hevur roknað út.

Nú er treystitalið hjá vanliga brúkaranum positivt fyri fyrstu ferð síðan 2007

Treystitalið hjá føroysku brúkarunum fer úr minus 9 í januar í ár, upp í 2 frá juni.

Í 2010 gekk spakuliga framá við treystinum hjá føroysku brúkarunum, men í januar 2011 fall treystitalið – og nú er tað so farið uppaftur.

Hetta kemst allarhelst av hvøkkinum, sum vanligi føroyingurin fekk av kreppuni í Eik og húsagangin hjá Fiskavirking.

- At treystitalið hjá føroysku brúkarunum nú fer upp, bendir á, at keypihugurin hjá vanliga føroyinginum er við at batna aftur, sigur Fíggjarmálaráðið.

- Tað er væntaða fíggjarstøðan, metingin av búskapargongdini, væntaða arbeiðsloysi og sannlíkindini fyri at brúkarin fer at spara upp næsta árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá føroysku brúkarunum.

- Føroyski brúkarin er positivur í øllum hesum viðurskiftum í nýggjastu konjunkturkanningini samanborið við konjunkurkanningina, sum varð gjørd fyri hálvum ári síðan.