Føroyingar skikka sær betur

Sambært frágreiðingini hjá Ríkisumboðnum eru føroyingar minni kriminellir nú enn fyri sjey árum síðani

Í 1993 vórðu 1.760 brot framd á revsilógina, meðan talið í fjør varð komið niður á 1.064, og tað hevur ligið harum tey seinastu trý árini. Frá 1993 til 1994 var eitt stórt fall í brotum á revsilógina, og síðani er tað minkað so líðandi.


Færri í geglið

Talið av fólki, sum hava verið í geglinum í styttri ella longri tíð, er eisini minkað. Í 1993 vórðu 167 fólk varðhaldsfongslað ella sótu dómin av, meðan í fjør var talið komið niður á 124 fólk, sum máttu í brummuna.

Samlaða talið av døgum, sum fólk hava sitið inni, er eisini fallið saman við fallinum í brotum á revsilógina. Í 1993 sótu fólk í geglinum í heili 4.300 dagar tilsamans. Síðani tá er ein støðug minking farin fram, og í fjør var talið minkað næstan niður í eina helvt.

Eisini talið av fólki, sum eru sett í varðhald, er minkað munandi seinastu árini. 504 persónar høvdu í 1993 skikkað sær so illa, at løgreglan mátti taka tey í varðhaldið. Hetta tal er í 1999 fallið niður á 296.

Fútamálini eru eisini vorðin færri, tí at í árinum 1993 vóru 3.565 fútamál, meðan 2.328 vóru í fjør.

Úrskurðurin av hesum er, at løgreglan hevur ikki havt eins nógv at gera í fjør sum í 1993.


Fleiri útrend og færri koyra full

Hóast minkingarnar á øðrum økjum, so vóru fleiri útrend ella útrykningar í fjør enn í 1993. Tey fyrst árini eftir 1993 var ein lítil minking í talinum av útrendum, men síðani er ein stórur vøkstur farin fram.

Í 1993 var talið av útrendum 2997, og eingin stórvegis broyting var fram til 1998, tá ið løgreglan hevði heili 4.597 útrend, sum aftur er økt í 1999.

Brotini á ferðslulógina eru eisini vorðin færri. Í 1993 vóru 2.226 skuldsett fyri brot á ferðslulógina, tá ið rúsdrekkakoyring og parkeringsmál ikki eru tikin við. Í fjør var talan um 1.801 skuldsetingar, men talið var lægst í 1997, tá ið 1.336 vórðu skuldsett fyri brot á ferðslulógina.

Í fjør vórðu 127 fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring, meðan talið var uppi á 199 í 1993. Í 1997 var talið sera lágt, tá løgreglan bara tók 10 fólk fyri at verða rúsað, meðan tey koyrdu.

Í 1993 vórðu 2,2 milliónir krónur goldnar í bótum. Lægst var upphæddin í 1997, tá hon var 1,3 milliónir, meðan vit í fjør skuldu av við 1,6 milliónir. Talið av bótum er eisini minkað. Í 1993 vórðu 2.831 bøtur givnar, meðan talið var 2.086 í fjør.í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur.

Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsertsalinum.

Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsluna intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi.


Ivory í skeivum umhvørvi

Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsluna á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøðan, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin.

Ein stórur, høgur og upplýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir framførsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum.

Tónleikurin var sera góður, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rættiliga nógvar streingir innan í áhoyrarunum.

Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av framførsluni.

Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr.