Føroyingar skulu dálka minni við plasti

Landsstýrismaðurin hevur eitt »avslappað forhold« til plastposar og einnýtisíløt úr plasti, tí spurningurin er um tey ikki eru frægari enn alternativini

Nú skulu tiltøk setast í verk fyri at avmarka dálking við plasti. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, um ætlanin er at seta nøkur tiltøk í verk fyri at avmarka dálkininga við plasti.

Helgi Abrahamsen sigur, at hann fer nú á fund við Umhvørvisstovuna um spurningin, og í hesum sambandi skal eisini ein arbeiðsætlan leggjast fyri, hvussu farast skal fram.

Hann sigur, at eitt tað fyrsta, sum liggur fyri, er at gera tað lættari at sleppa av við einnýtisíløt úr plasti. Sostatt er ætlanin at bøta um skipanina, har fólk fáa pengar fyri at lata fløskur inn í handlar og kioskir.

Helgi Abrahamsen sigur, at ætlanin er eisini at endurskoða kunngerðina um burturkast so at meiri plast verður latið til endurnýtslu, bæði frá privatum og frá vinnuni.

Hann ætlar eisini at gera virkisætlanir fyri at økja um endurnýtsluna og at minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu, og øðrum, og somuleiðis er ætlanin at fara undir eina upplýsingarherferð fyri at upplýsa almenningin um plast. 

Annars er Umhvørvisstovan longu farin undir at seta forboð fyri at brúka høglskálur úr plasti. Hinvgin eru útlit til, at tann trupulleikin loysir seg sjálvur, tí høglskálir eru á veg úr tilfarið, sum upploysist upp á ein dag.

Umrøddi trupullueikin við spreingileidningum, sum liggja og flóta allastaðni, verður kanska eisini loystur av sær sjálvum, tí onnur tøkni er á veg, so at tað slepst undan hesum leidningunum.

Somuleiðis fer hann at seta seg í samband við kommunurnar og Fótbóltssambandi, fyri at vita um nakað er at gera við graslíkisvøllirnar, tí tað er rættiliga nógvar smáar gummikúlur í teimum, sum dálka illa.

Annars sigur Helgi Abrahamsen, at hann hevur eitt »avslappað forhold« til einnýtisíløt úr plasti og plastposar, enn nógv onnur hava.

– Tey flestu, sum fáa ein plastposa við sær úr einum handli, brúka hann aftur til skrelliposar, sum so verður brendur. So skulu fólk fáa pappírsposar í handlunum, noyðast tey at keypa plastposar til skrellispannina, so tað er ein spurningur, hvussu tað roknistykkið sær út.

Alternativið til einnýtisíløt er at brúka íløt, sum skulu vaskast upp, og tá fer nógv sápa í náttúruna, tí tað verða túsundtals uppvaskimaskinur pumpaðar á sjógv hvønn einasta dag.

Er tað so ikki betri at brúka eit einnýtisílat, sum verður burturbeint á rættan hátt, spyr hann.

Tí liggur tað ikki í kortunum at seta bann fyri plastpostum og einnýtisíløtum – men tað skal sjálvandi burturbeinast eftir forskriftunum, sigur hann.

Hann ger annars greitt, at hann ætlar sær ikki til at binda Føroyar til avtalur, onnur hava gjørt, men hann ætlar sær kortini at fylgja við, hvørji tiltøk onnur lond seta í verk.