Føroyingar skulu ikki rinda danskt MVG

Føroyingar rinda av órøttum umleið 13,5 milliónir um árið í donskum MVG fyri stroymingartænastur, sigur javnaðarflokkurin á fólkatingi, og danski skattamálaráðharrin ásannar, at hetta ikki er rætt, og vil hjálpa til við at fáa tað rættað.

Men ábyrgdin liggur í Føroyum, heldur Morten Bødskov, skattamálaráðharri.

Í apríl almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina kanning, sum bendi á, at føroyingar rinda danskt MVG, tá ið teir gjalda fyri síni hald av talgildum tænastum sum Spotify, Netflix, Viaplay og HBO, ella ogna tær appir og spøl til talgildu tólini. 

Kanningin er send til Fíggjarmálaráðið og TAKS, og javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur eisini tikið tað upp við donsku stjórnina.

- Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskt MVG ikki at verða kravt inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur skattamálaráðharri, í skrivligum uppriti um málið.

Danska skattamálaráðið sigur, at tey, vegna vantandi innlit, ikki kunnu útgreina, hvussu nógv MVG verður kravt inn frá føroyskum brúkarum.

- Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørji einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, um vit skulu fáa greiðu á hesum, sigur skattamálaráðharrin.

Javnaðarflokkurin á fólkatingi vil kortini vera við, at ein varlig meting út frá kanningini sigur, at talan er um 13,5 milliónir krónur.

Danska skattavaldið sigur seg hava tikið stig til at gera greitt í sínum kunningartilfari til útlendskar fyritøkur, at Føroyar ikki eru partur av danska MVG-økinum, og tískil ikki skulu rinda danskt MVG. Somuleiðis heitir Morten Bødskov, ráðharri, á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama.