Føroyingar skulu tora at føra seg fram

? Føroyskir tónleikarar eru ofta ov smædnir, tá teir fara út um landoddarnar. Okkara royndir vísa, at møguleikarnir eru góðir, um tú torir at bjóða teg fram uttanlands, sigur Eyðfinn Jensen, sum saman við øðrum eigur MediaMusic upptøkuhølini í Keypmannahavn

Keypmannahavn: Í tvey ár hava føroyingar átt og rikið ein tónleikamiðdepil í danska høvuðsstaðnum, og tað hevur gingið væl.
MediaMusic hevur verið nýtt til nógvar og fjølbroyttar upptøkur av bæði føroyingum og dønum, og seinastu árið hevur føroyska studio í Danmark havt meira enn ein fingur við í framleiðsluni av tónleiki til Brand Enni.
Eyðfinn Jensen er stjóri fyri MediaMusic, sum hann eigur saman við Leivi Thomsen, Sven Bergi Jensen og Haraldi Winther Knudsen, og hann heldur, at føroyingar saktans kunnu standa seg í tónleikavinnuni í eitt nú Danmark.
? Vit eiga eina rúgvu av evnaríkum tónleikarum, sum bara skulu fara í gongd. Tað ræður um at bjóða seg fram, at tora, tí evnini hjá nógvum føroyskum tónleikarum eru eyðsýnd, sigur hann.
? Ofta er trupulleikin hjá føroyingum, at teir eru so smædnir og at halda, at hini duga betur, men soleiðis er tað als ikki altíð. Vit upplivdu hetta sjálvir, tá vit byrjaðu at spæla í Danmark. Leivur Thomsen og eg høvdu ein bólk, og vit vóru serstakliga væl móttiknir, tá vit komu út millum fólk. Vit høvdu úr at gera, og tað gav okkum eisini dirvi til at taka stig til eitt studio, sigur Eyðfinn Jensen.
Polterabend í studio
Tað var í august mánaði í 2000, at MediaMusic fór undir sítt virksemi. Í eitt hálvt ár frammanundan høvdu Eyðfinn og teir arbeitt við at innrætta hølini á bestan hátt.
? Vit vildu gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt. Vit brúktu nógva orku til at fáa upptøkuhølini so góð sum gjørligt, og vit hugsaðu eisini um, at tónleikararnir skulu trívast, tá teir eru í studio, sigur Eyðfinn Jensen.
Fyrsta stóra uppgávan hjá MediaMusic var útgávan hjá LuciNation við millum annað Tróndi Bogason og Maluni Eyðunsdóttir. Og síðani hevur nógv verið at gjørt. Fløgan hjá punkbólkinum 200 var spæld inn í MediaMusic, og ymiskar danskir bólkar hava tikið sangir upp í føroysku upptøkuhølunum.
? Endamálið við MediaMusic var at bjóða føroyskum tónleikarum møguleikar at taka upp í Danmark og at hjálpa teimum inn í danska tónleikaheimin, sigur Eyðfinn.
MediaMusic hevur eisini bjóðað vanligum fólki innar at taka sangir upp. Hetta hevur verið sera væl umtókt, og tað er ein ørgrynna av fólki, sum til stuttleika hava sungið onkran kendan sang inn í MediaMusic. Ofta hava tað verið fyritøkur, vinfólk ella fólk, sum halda polterabend.
Sjónbandaframleiðsla er ein annar týðandi partur av virkseminum hjá MediaMusic, bæði tá tað snýr seg um tónleik á høgum stigi, og eisini sum demo fyri bólkar, sum eru á veg fram.
Hevur ein bólkur eitt sjónbandalag, skilur hann seg beinanvegin út millum tær hundratals fløgurnar, sum plátufeløgini í Danmark fáa sendandi hvønn einasta mánað, og tað kann betra munandi um møguleikan at fáa ein plátusáttmála.
Media Music roynir eisini at fáa føroyskar bólkar út at spæla í Danmark, og heimasíðan hjá teimum ? www.dansemusik.dk ? er sera væl vitjað og hevur uppgávur við sær. Hendan heimasíðan verður útbygd í løtuni, so danir framyvir kunnu fáa enn fleiri føroysk tónleikatilboð.
Samstarv er lykilin
Seinastu tíðina hevur MediaMusic lagt nógva orka verið at gera tónleik og annað til Brand Enni. Eyðfinn Jensen og Leivur Thomsen hava skrivað fýra sangir til Brand, og hesir hava fyri stóran part verið framleiddir í MediaMusic. Í løtuni er tað ein duet, har Brandur fer at syngja saman við tí Íslendsku barnastjørnini Johonnu Guðrun, sum er ovast á skránni.
Harafturat hevur MediaMusic eisini framleitt sjónbandaløg og promotion-tilfar fyri Brand, og stóran part av hesum ári hevur upptøkutól hjá MediaMusic fylgt Brandi Enni á ferð í Føroyum og uttanlands. Hesar upptøkur skulu brúkast til ein film, sum kemur út um nakrar mánaðir.
MediaMusic hevur verið eitt slag av miðstøð hjá Brandi Enni í Danmark, og Eyðfinn heldur, at samstarvið, sum hevur verið millum føroyskar tónleikarar og framleiðarar í hesum projekti, hevur verið sera gott.
? Føroyskir tónleikarar og studio hava ofta hugsað alt ov nógv um at kappast heldur enn at samstarva. Í arbeiðnum við útgávunum hjá Brandur Enni hava vit samstarvað nógv við Pegasus og JakZac, og tað er vegurin fram. Føroyingar skulu hugsa um at samstarva meira, tí tað kemur nakað gott burtur úr tí, heldur Eyðfinn Jensen.
Fer at loysa seg
Brandur Enni hevur verið nógv frammi í hesum árinum, og ætlanin hevur allatíðina verið, at hann skal koma fram uttanlands eisini. Hetta arbeiða fólkini aftanfyri evnaríka tvørámannin framhaldandi við, og Eyðfinn Jensen roknar við, at okkurt spennandi fer at spyrjast burtur úr hesum arbeiði.
? Men tað arbeiðið, sum vit gera í sambandi við tónleikin hjá Brandur Enni, verður ikki bert gjørt við hansara ella okkara skuld. Vit vóna, at hetta kann hava nakað gott við sær fyri føroyskan tónleik. Tey sambond, sum vit fáa, og tey fólk, sum vit koma at kenna, kunnu gerast til stóra hjálp fyri føroyskan tónleik.
? Nógv tekin eru eisini til, at okkurt spennandi hendir í føroyskum tónleiki í løtuni. Seinastu árini er nógv broytt, og føroyingar vinna alt meira fram uttanfyri landoddarnar. Vit hava millum annað nøvn sum Teitur Lassen, Clickhaze, Týr, Pætur við Keldu og nú eisini Brand Enni, sum hava havt meira og minni undanvind uttanlands, sigur Eyðfinn Jensen, sum kennir seg sannførdan um, at føroyskir tónleikarar fara at fáa gjøgnumbrot uttanlands innan langa tíð.