Føroyingar spyrjast um mannarættindi

Uttanríkisráðið skipar fyri almennari hoyring um mannarættindi mikukvøldið hin 17. november. Endamálið við hoyringini er at spyrja føroyingar, um mannarættindini verða nóg væl vird í Føroyum. - Hoyringin er fyriskipað í samstarvi við danska uttanríkisráðið, og endamálið er, at borgarar og áhugabólkar kunnu fáa høvi at sig sína hugsan um mannarættindi í Føroyum, sigur Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi í dag.

Hoyringin verður hildin, tí at Føroyar, Danmark og Grønland hin 2. mai 2011 fyri fyrstu ferð skulu fyri ST Mannarættindaráðið í samband við tilgongdina Universal Periodic Review (UPR). Hetta er ein nýggj tilgongd, har øll ST limalond skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta støðuna viðvíkjandi mannarættindum. Endamálið er at tryggja, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi bæði í lóg og í verki.

Í hesum sambandi skal danska stjórnin saman við grønlendska og føroyska landsstýrinum rita eina frágreiðing, ið lýsir støðuna viðvíkjandi mannarættindum. Dentur verður lagdur á, at frágreiðingin er tilevnað við støði í eini almennari hoyringstilgongd við virknari luttøku frá sivilsamfelagnum. Danska stjórnin hevur í samstarvi við Institut for Menneskerettigheder í september mánaði skipað fyri almennum hoyringum í Århus og í Keypmannahavn, har sum borgarar, áhugabólkar (NGO?ar) og onnur kundu koma við íkøstum til frágreiðingina.

Hin 25. oktober var almenn hoyring í Katuaq í Grønlandi og hin 17. november verður almenn hoyring í Føroyum.

Uttanríkisráðharri, Jørgen Niclasen, setur hoyringina. Umboð úr danska Uttanríkisráðnum greiða frá UPR tilgongdini, og umboð fyri Uttanríkisráðið fer síðan at greiða frá, hvussu føroyski parturin av frágreiðingini er skipaður.

- Eftir stutta inngangin er ætlanin, at fundarfólkið fær høvi at koma til orðanna við egnari meting av, hvussu støðan er viðvíkjandi mannarættindum í Føroyum og av teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, sigur Uttanríkisráðið.

Tað, sum fundarfólkið førir fram undir hoyringini, verður nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST.

- Øll kunnu siga sína hugsan um mannarættindi í hesum sambandi, sigur Uttanríkisráðið.

Hoyringin verður mikukvøldið 17. november frá kl. 19.30 til 21.30 í Miðlahúsinum.