Føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum

Aftan á heimsbardagan gjørdist stórhvalaveiða í Suðuríshavinum ein partur av føroyskari vinnusøgu. Vit fara í nøkrum pørtum hava samandrátt av hesi søgu

1.    Partur


Føroyingar hava altíð havt hug at royna fjarar leiðir at vinna lívsins breyð. Hetta sæst millum annað í okkara royndum við stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum.  Í bók síni um Lopra og hvalastøðirnar har, greiðir Erling Poulsen  frá royndum, sum norðmenn gjørdu við hvalaveiðu á hesum leiðum fyrst í hini øldini saman við føroyskum íleggjarum.

Vit hava fyrr havt frásøgnina um Thomas Jacobsen av Skipanesi. Hann fór í 1913 til Suður Georgia at arbeiða á eini hvalastøð, og har hitti hann m.a. kenda pólgranskaran Sir Ernest Shackleton.  Thomas arbeiddi umborð á skipi hansara "Endurance" og har komu teir at kennast.

Nýggj roynd í Suðuríshavinum

Í 1946/47 vóru føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum  við hollendarum

Tað er nokk so fitt av skrivaðum tilfari um henda partin av okkara vinnusøgu.
 Í  hvussu er hava tveir mans  skrivað dagbók frá hesum túrinum. Teir eru Mikkjal Gulklett í Nólsoy og Herlon Jacobsen (í Kálvalíð) í Miðvági.

Dagbókin hjá Mikkjali er serliga nágreinilig frá tí, farið varð úr Føroyum.

Ein av manningini var Marius Kamban, ættaður úr Havn. Sonur hansara Poul Kamban, sum er búsitandi í Danmark, hevur skrivað um hesa søguna hjá pápanum, har vit báðir hava samstarvað. Hann hevur eisini gjørt eitt drúgt kanningararbeiði, m.a. við vitjan á sjóvinnusavninum í Amsterdam. Hann hevur eisini frásøgn frá mammu síni, sum 97 ára gomul. Hansara frásøgn er eisini partur av hesi frásøgn.

Vit hava fyrr greitt frá søguni hjá Marius, sum tá ið hann var í Barentshavinum.  við italenskum trolara undan heimsbardaganum.  Hetta er eisini ein serligur partur av okkara fiskivinnusøgu, sum vísir at føroyingar  ikki bakka fyri avbjóðingum.

Vit hava eisini havt áhugaverdu søguna hjá verfaðir Marius, Poul Carl av Eiði, sum fleiri ferðir varð skotin niður av kavbáti undir fyrra heimsbardaga.

Tað var so heppið, at Mikkjal hevði keypt sær eitt fototól og hevði tað við á túrinum. Hann tók ein hóp av myndum. Martin Tórgarð tók eisini myndir eins og fleiri góðar myndir eru í frásøgnini hjá Poul Kamban.

Eitt íkast og kelda til hesa frásøgn er eisini samrøða um hesa ferðina, sum Norðlýsið hevði í 1975 við Karsten Hansen úr Svínoy og Johannes Heinesen, ættaður úr Múla.
Fóru syngjandi avstað

Mikkjal var føddur í 1915. Fyrsti túrurin hjá Mikkjali til skips var, tá hann  15 ára gamal fór við "Gracie" í 1930. Skipari var Jacob Nielsen – í Liða, ættaður úr Nólsoy og systkinabarn Mikkjals.   Mikkjal sigldi fór í land í 1960.
Mikkjal giftist við Hildibjørt Jacobinu Katrin Debes úr Kollafirði, fødd í 1927.
Hildibjørt og Mikkjal búðu fyrst í  Havn, men  til Nólsoyar við tveimum teimum yngstu børnunum, tá ið flakavirkið var sett á stovn í 1976. Har arbeiddi Mikkjal til 1986, tá hann gjørdist avlamin. Hann  doyði í 1990.
Mikkjal var er ein mentaður maður, og hann skrivaði  reint føroyskt mál. Hann hevði nevniliga góðan lærara í føroyskum. Hesin var Símun Simonsen, ættaður av Brúnni í Norðragøtu.
Hesin fyrsti parturin verður um ferðina hjá hvalamonnunum til Holland og tilriggingina at fara avstað. Hetta hevur eisini verið eitt serligt upplivilsi hjá hesum føroysku veiðumonnum.

Kona Mikkjal, Hildibjørt, greiddi frá, at tann dagin hann og hinir nólsoyingarnir fóru avstað, var hon á veg til neytar. Tá hoyrdi hon Martin Tórgarð sita og spæla harmoniku, meðan teir stevndu út frá gomlu brúnni í Nólsoy. Hann sang:
”Smil imens jeg kysser dig farvel,
Hvert af dine kys mig bringer held,
Bed for mig, min egen
dertil vi ses igen”.

Hollendarar høvdu brúk fyri lýsi

Grundarlagið fyri hesi søgu er støðan í Hollandi beint eftir kríggið. Her var stórur tørvur á  lýsi til framleiðslu av til dømis margarini. Eisini hevði Holland eitt ynski um aftur at blíva ein stór hvalaveiðutjóð eins og í gomlum døgum. Tískil var stovnað Samtakið fyri hollendska hvalaveiðu, hvørs uppgáva var at endurskapa hesa gomlu hvalaveiðuna.

Men tá ið aldagamla hollendska hvalaveiðan  endaði longu í 1872 vóru allar royndir á økinum farnar í  grøvina. Tí var neyðugt at leita sær hjálp í øðrum londum. Tí vendu teir eyguni móti Noregi og Føroyum, sum áttu fólk við royndum á økinum.

Eisini var neyðugt at keypa skip til hetta endamálið. Tískil vórðu í 1945 keypt níggju skip til ætlaðu hvalaveiðuna. Hetta vóru átta skip, sum skuldu veiða hvalin, og so eitt stórt móðurskip, har veiðan skuldi virkast. At umbyggja móðurskipið til endamálið var ikki ein smávegis uppgáva. Ikki minst tí at til komandi manningina, sum skuldi telja 250 mans, skuldu byggjast kømur, toilettir, messur og aðrir hentleikar. Móðurskipið varð kallað Willem Barendsz eftir tí gitna sjófararnum, sum hevur lagt navn til Barentshavið, sum er ógvuliga kent í Føroyum.

Sjálvir hvalabátarnir kravdu ikki so stóra umbygging, men teir fingu oljufýrdar maskinur, sum gjørdi tað nógv lættari enn at nýta kol.

Lýst verður eftir føroyingum

Meðan alt hetta hendir í Hollandi, verður á sumri 1946 sett ein lýsing í Dimalætting eftir fólki til hesa verkætlan. Tann sum stóð fyri lýsingini var Louis Apol, kendur hollendari í Føroyum, sum var giftur við Sannu Reinert úr Norðradali.

Tað var brúk fyri  bæði yvirmonnum og dekkarum, og bestu møguleikar høvdu menn, sum høvdu royndir á hvalaveiðu. Roknast kundi við at vera burtur í sjey mánaðir. Lønin var føst løn og bonus. Eisini var lovað manningini forskot hvønn mánaða. Ferðin aftur og fram úr Føroyum til Holland varð goldin av reiðarínum.

Ein arbeiðsmaður á móðurskipinum  fekk kr. 285 um mánaðin + 1,86 oyru fyri hvørja framleidda tunnu av olju.

Men á einum hvalaveiðuskipi var mánaðarlønin 325 + fleiri ískoyti sum tilsamans vóru 7,07 fyri hvørja tunnu av lýsi. Yvirmenn fingu sjálvsagt meira enn hetta. Tað var nú bonussið sum taldi mest, og inntøkan hjá nógvum av føroyingunum kom at liggja um kr. 8.000 fyri umrødda tíðarskeið. Tað var ein góð løn tá í tíðini, tá ið tímalønin kanska var um 3 krónur.

Farið verður avstað

Mánadagur 1. oktober 1946 var farið av Havnina  til Srabster við "Barjamu". Hetta var eitt bretsk skip, sum sigldi millum londini. Við vóru 66 føroyingar.

Barjama plagdi at sigla við koli til Føroya. Á hesi ferðini aftur til Bretland, var lastin tóm. Tí var siglingin nakað buldraslig.

Skipið hevði ikki pláss til so mong ferðafólk, tí máttu teir flestu sova í lastini.

Tá teir komu út um oyggjarnar, setti skipið ógvuliga hart, so at skrúvan kom upp úr sjónum.

Sjálvt um veðrið var gott, so blivu teir ógvuliga kløkkir, tá ið skipið eisini fór upp at ristast. Hetta var jú stutt aftan á kríggið, og teir hugsaðu allir, at nú hevði Barjama siglt á eina minu. Tað bøtti ikki um óttan, at tað var bara ein leytari upp úr lastini. Men her var eingin vandi á ferð.

Komið var fram dagin eftir. Gistast skuldi  á  hotelli. Trupulleikin var bara tann, at her vóru bara 55 sengur til teir 66 menninar. Men við lagaligheit kunnu teir útav  hesum.

Menninir fóru dagin eftir frá Scrabster kl. 9 við toki. Teir komu til Inverness og fingu døgverða og so aftur í tok til London. Teir komu til London kl. 10.00 og  fóru inn á eitt hotel.
Tann 4. oktober fóru teir frá London við toki til Harwich. Har fóru teir við fergu til Hook van Holland. Og so við toki til Amsterdam, har teir búðu á sjómansheiminum.
Í Amsterdam hugnaðu teir sær m.a. við at fara í djóragarðin. Teir fingu góða tíð orsakað av verkfalli á skipasmiðjuni.

Tann 10. oktober vóru 36 menn á kontórinum og ordnaðu passið og sjófartsbókina umframt finguravtrykk varð sett í passið og í eina serliga journal fyri reiðaríið.


Tá teir vóru lidnir við tað, vóru teir, sum skuldu við hvalabátunum, tiknir burtur úr og sendir til doktara fyri at taka eygu- og hoyriroynd. Hetta var neyðugt fyri at finna fram til, hvat menninir vóru best til. Teir sum høvdu bestu eygu og hoyrn skuldu við hvalabátunum at halda útkikk eftir hvalum.

Mikkjal skrivaði víðari í sín dagbók:

Tann 11. oktober fingu vit útbetalt pening fyri reisiútgiftir, vit høvdu goldið av egna lumma. Merkiligt nokk vísti tað seg, at bygdarmenninir, sum komu langvegis frá, høvdu minni útgiftir enn havnarmenn.
Útgiftirnar hjá bygdarmonnum lógu frá 20 upp til 60 kr. Hjá havnarmonnum frá 80 upp til 150 kr. Klagað var um, at vit fingu lítið og einki av kjøti. Tó tað var lovað okkum, at vit skuldu fáa nokk av tí. Tá kom fyri dagin, at hovmeistarin hevði selt ein stóran part av kjøtinum á svartabørs.
12. oktober fingu vit bíløtini frá fotografinum, sum vit allir vóru uppi á. Hann bjóðaði sær at senda tey heim til Føroya til Louis Apol, sum so skuldi senda tey til sítt rætta pláss í Føroyum. Tey kostaðu 60 cent pr. stk. Eg keypti mær eitt fotografiapparat og tveir filmar frá Richard Nybo fyri ca. 55 danskar krónur.
Sunnudagin 13. oktober vóru vit í friði á sjómansheiminum. Tá fingu vit boð um, at vit allir skuldi møta upp umborð á "Willem Barendsz” kl. 7 morgunin eftir.
14. oktober kl. 6 um morgunin vórðu vit vaktir. Kl. 6.30 fingu vit morgunmat. kl. 7 fóru vit við fergu yvir til dokkina, har kókaríið lá. Vit loystu skipið, og so var tað sleipa út til eina boyu fyri at rætta kumpass. Tað vardi 3 tímar. Síðani var tað sleipað upp á síðuna á einum tangabáti at taka olju.
Nakrir mans mynstraðu umborð á "Willem Barendsz” sama dag. Vit skrivaðu okkara navn upp á bemandingslistan og fingu so eitt nummar - hvør maður - fyri at tað skuldi vera lættari at finna skil á øllum. Eg fekk nummar 145. Vit máttu eisini undirskriva “tavshedspligt” um alt sum gekk fyri seg umborð. Vit vóru umborð til kl. 3 um dagin, tá fóru vit í land aftur. Tá høvdu vit verið umborð í 9 tímar og hvørki fingið mat ella drekka, so fyrsti dagur umborð var einki serliga hugnaligur.

Horur sýndar fram

15. oktober vóru vit umborð á “Willem Barendsz” og lossaðu mjølsekkir og mjøltunnur og stúvaðu tað av.
Tað var ógvuliga lættligt at fáast við. Vit fóru í fergu bæði til og frá skipinum.
Vit sóu nakrar damur, sum vóru útstillaðar í einum vindeyga, tær vóru horur.
16. oktober vóru vit umborð á “Willem Barendsz” og lossaðu ymiskar vørur og útgerð. Meðan eg arbeiddi í lastini, var ein vestur stolin frá mær.
17. oktober vóru vit umborð á “Willem Barendsz” og lossaðu mjøl og aðra útgerð. Tá vit komu heim aftur á hotellið og høvdu etið nátturða, settu vit okkum inn í stovuna at spæla kort. Meðan vit sótu har, kom Richard Nybo og fortaldi, at ein tjóvur hevði brotið inn í kamar hansara og stolið ein jakka og tvinnar buksur umframt undirklæðir. Í jakkanum hevði hann pass, kontrakt og onnur pappír. Hann klagaði sína neyð fyri tí hægsta í hotellinum, men hann segði, at tað kom ikki sær við. Vit máttu sjálvir passa okkara klæðir. Richard fór so á politistøðina og fekk ein mann hagani at koma og hyggja at kamarinum. Hann slerdi upp á sjómansheiminum, at tann sum hevði tikið klæðini skuldi bera tey aftur frívilliga.
18. oktober vóru vit umborð og arbeiddu ymiskt arbeiði. Seinnapartin var skipið sleipað inn aftur til dokkina fyri at gerast liðugt.
19. oktober fóru nakrir av okkum ikki til arbeiðis. Vit fóru á kontórið at fáa pengar. Tá vóru pengarnir sendir umborð á skipið. Vit fóru so umborð, men vit fingu ikki so nógv, sum vit vildu hava. Tað var lovað okkum, at vit skuldu fáa teir seinni. Tá vit fóru at eta nátturða, kom hovmeistarin og gav Richard Nybo hansara teknibók við passi og øllum pappínum í. Hann segði, at hon var komin í postkassan ½ tíma eftir at klæðini vóru stolin. Sama kvøld, sum klæðini vóru stolin, var ein blá troyggja stolin frá xx. Frá einum norðmanni vóru stolnar 50 danskar krónur.

Komandi partur

Í komandi parti fáa teir vitjan av hollendska prinsinum Albert.