2. partur
Tann 1. oktober 1946 fóru 66 føroyingar við Barjamu til Scrabster fyri at fara á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum við hollendarum.
Í seinasta parti varð greitt frá ferðini til Hollands. Høvuðskeldurnar til hesa frásøgn eru Mikkjal Gulklett í Nólsoy og frá hjá Poul Kamban frá pápa sínum Marius Kamban.
Endiliga tann 14. oktober komu teir umborð á móðurskipið, Willem Barendsz. fyri at rigga til, áðrenn farið varð avstað. Her var nógv at gera, tí ein hópur av útgerð skuldi takast umborð líka frá heilivági til flogfør.
##med2##
Henda stóra ætlan vakti eisini stóran ans í Hollandi, ikki minst tí fjølmiðlarnir har gjørdu so nógv burtur úr henni.
Orsakað av tí stóra almenna áhuganum fekk meginparturin av manningini frí sunnudagin 20. oktober, so fólk kundu sleppa umborð at vitja. Áhugin var eisini stórur, tí ikki færri enn 4.000 fólk komu “á gátt”.
Áhugin var framvegis so stórur, at tann 23., tríggjar dagar seinni, komu onnur 1.000 fólk á vitjan. Millum hesi var Bernhard prinsur, maður Julionnu drotning. Men tá ið menn eisini arbeiddu henda dagin, var øll henda vitjanin til fortreð fyri arbeiðinum umborð.
Tann 24. oktober var stór stórt ball umborð, tí tann dagin var skipið leyst frá bedingini og bleiv yvirtikið av reiðarínum. Ein ministari var umborð tann dagin. Tá ið hann kom umborð, fór merki felagsins til tops. Tað var ein javnur streymur umborð av fólki at síggja skipið allan dagin. Tað mundu vera fleiri túsund fólk. Tað vóru so nógv, at tað var sjáldan arbeiðandi fyri teimum.
##med3##
1. Herlon Jacobsen (Kálvalíð), Miðvágur
2. Karstin Hansen (?)
3. Niels Midjord, Akrar ella Sumba
4. Hans Jákup (?), Miðvágur
5. Aksel Nielsen, Sumba
6. Dánial Johannes Mørk, Miðvágur
7. Mikkjal Danielsen (Gulklett), Nólsoy
8. Thomas Pauli Thomsen, Nólsoy
9. Tórálvur Poulsen, Nólsoy
10.Viljormur Joensen, Nólsoy (pápi Ova)
11. Palli Frederiksen hjá Kunoyinginum, Miðv.
12. Henning Jacobsen, Miðvágur
13. Hilmar Petersen, Sandavágur
14. Juul Jacobsen, Nólsoy
15. Bjarki Skaale, Tórshavn
16. Anders Andersen, Strendur
17. Absalon Jensen, Tórshavn
18. Richard Nybo, Hestur
19. Hans Zachariasen, Hestur
20. Roald Hermansen, Hósvík
21. Óli Olsen, Argir
22. Martin Hentze, Sandur
23. Emil Lyngvej, Hestur
24. Niels Pauli Kjærbæk, Sumba
25. Poul (á Borð) Hansen, Tórshavn
26. Ludvig Jacobsen, Miðvágur
27. Óli Christian Jacobsen, Tórshavn
28. Johannes Heinesen, Múli
29. Marius Kamban, Tórshavn
30. Johan við Stein (Pollux), Tórshavn
31. Torbjørn Joensen, Tórshavn
32. Hans Jacob Hansen, Argir
33. Símun Pauli Lilaa, Lorvík
34. Poul Johs. Zachariasen, Sandur
35. Martin Tórgarð, Nólsoy
36. Hans Jacob Berg, Sandur
37. Sigurð Hentze, Skopun
38. Karl Hansen (Reynheim), Tórshavn
39. Aksel Petersen, Norðdepil
40. Juleif Jacobsen, Tórshavn
41. Magnus Sørensen, Dalur
42. Nikkel Jacobsen, Lorvík
43.Vilhelm Wilhelmsen, Tórshavn
44. Ejler Bærentsen, Tórshavn
45. Tórberg Gudmundsson, Tvøroyri
46. Johannes Poulsen (á Kák), Tórshavn
47. Hans Erling Guttesen, Tórshavn
48. Napoleon Nolsøe, Vágur
49. Óli Bech, Dalur (sonur nr. 58)
50. Arnold Davidsen, Nes
51. Johs. Olsen, Sandur
52. Christian Mittún (Mattalág), Tórshavn
53. Róland Olsen, Kollafjørður
54. Henry Johansen, Vestmanna
56. Theodor Samuelsen, Tórshavn
57. Lars Davidsen, Vágur
58. Olivur Bech, Dalur
59. Abraham Joensen, Vestmanna
60. Napoleon Olsen, Hósvík
61. Johannes Eirikstoft, Tórshavn
62. Ebbe Mortensen, Tórshavn
63. Åge Hvidfeldt, Tvøroyri
Hendan dagin fóru manningin umborð á Willem Barendsz at búgva.
Tá ið føroyingarnir fóru av sjómansheiminum, komu norðmenn aftur í staðin fyri teir. Teir skuldu eisini við Willem Barendsz.
Tað stóð í hollendskum bløðum, at føroyingar heima vóru illir um, at teir fóru á hvalaveiðu við Willem Barendsz. Onkur helt, at tað mundi heldur vera norðmenn, sum vóru illir um, at føroyingar eisini vóru við.
Tann 26. oktober kom eitt flogfar umborð aftrat. Flogførini skuldu nýtast til at leita eftir hvali.
Sunnudagin 27. oktober kl. 9 um morgunin var loyst frá kaiuni.
Tveir sleiparar vóru á framendanum og ein á afturendanum í móðurskipinum at fáa tað frá bryggju. Eitt politiorkestur spældi á kaiuni, tá ið skipið varð loyst. Brúgvarnar vóru svartar av fólki, har skipið kom framvið.
Eitt ótal av bátum fylgdi skipinum avstað. Tað vóru nógv túsund menniskjur á fótum at síggja skipið fara. Skúlabørn fingu eisini frí at fylgja hesi stórhending.
Komnir nakað út um Amsterdam var lagt at eini brúgv í Imuiden, har takast skuldi lóður til hvalaveiðuna, m.a. 2.000 harpunir.
##med4##
Tað var gott veður men regnaði illa. Tá teir komu nakað longur út, komu teir inn í eina kanal. Teir máttu bíða ein hálvan tíma, áðrenn tað var pumpað so mikið av sjógvi inn í kanalina, at skipið kundi sigla víðari. Meðan teir lógu í kanalini, var øgiliga nógv av fólki og hugdi at skipinum. Kl. 6 um kvøldið sleptu sleipararnir skipinum, tá vóru teir væl leysir frá landið.
Tá fór sirenan at ýla fyri eini bjargingarroynd. Tað var boð til fólkið um at koma til bátarnar beinan vegin og hava bjargingarbelti hjá sær. Øllum fólkinum á skipinum varð sagt, hvønn bát, teir skuldu koma til, og hvat teir skuldu gera í bátinum. Henda fyrsta royndi fall ikki væl út, tí nógv fólk møtti ikki upp við bátarnar.
Síðan var farið til Southampton í Onglandi eftir meira útgerð. Her skuldi allur hesin hvalaflotin hittast, so teir kundu fylgjast á leiðini suðureftir. Onkur teirra var tó longu komin til Suðurafrika.
Meðan teir sigldu fram við Dover á suðurstrondini á Onglandi, sóu teir fleiri skipsvrak, sum lógu sokkin á botni við mastrum og kommandobrúgv upp undan. Hetta hava verið leivdir frá heimsbardaganum
Í Southampton var eisini møguleiki at sleppa í land ein dag at hugna sær. Teir sum høvdu hug at fara í land fingu hálvt annað pund við sær, tá var tað ikki so lítið. Hesum kundi nógvur stuttleiki fáast burtur úr á teimum ymisku barrunum. Summir av monnunum høvdu eisini trupult við at finna umborð aftur.
Sóu "Queen Mary" og "Queen Elisabeth"
29. oktober kl. 7 um morgunin vóru teir komnir inn til Southampton, har teir skuldu taka ymiska útgerð umborð. Kl. 9 kom loðsurin umborð og førdi skipið inn til eina kai. Skipið var væntað, og arbeiðið byrjaði beinanvegin.
30. oktober arbeiddu teir ymiskt arbeiði umborð. Tá teir byrjaðu um morgunin manglaðu 16 mans. Teir vóru eftir í landi og høvdu ongantíð verið umborð um náttina.
Seinnapartin fór annað flogfarið hjá Willem Barendsz at leita eftir einum hvalabáti, sum einki var frætt frá. Tað kom tó skjótt aftur og segði alt at vera í besta lagi. Fleiri føroyingar vóru og hugdu at Queen Mary sum liggur í eini dokk í Southampton.
31. oktober við fleiri øðrum av manningin og hugdi at Queen Elisabeth, sum lá við eina kai tætt við har, sum Willem Barendsz lá. Queen Mary og Queen Elisabeth vórðu tá kend sum heimsins størstu ferðamannaskip.
Áðrenn farið var, blivu føroyingarnir býttir millum móðurskipið og hvalabátarnar, alt eftir teirra útbúgving og royndir.
Ein av teimum, sum Marius Kamban kom at kenna serliga væl, var Torbjørn , sonur Jóan Jakku Joensen, kendur skómakari í Havn. Torbjørn var 20 ára gamal og nakað yngri enn Marius. Men hann hevði sínar royndir, tí hann hevði verið við føroyska hvalabátinum Heyki. Hann hevði eisini verið við øðrum skipum, m.a. Tjaldrinum, tá ið tað sakk í 1946.
Hvalabátarnir høvdu umframt kvinnunøvn eisini nummar. Marius fór við Johanna W. Vinke , AM-5, og Torbjørn við Gerrit W. Vinke AM1.
Meira enn 100 tons av provianti
Tað kann geva eina mynd av, hvussu stórt hetta tiltak var, at nevna nøgdirnar av provianti. Í proviantgoymsluni vóru m.a. 60 tons av eplum, 40 tons av kjøti, 30 tons av mjøli, 22 tons av grønmeti og 10 tons av sukri.
1. november var farið frá kaiuni og út á redina. Har var ankrað upp. Har skuldi bíðast eftir hvalabátunum, sum skuldu koma til Southampton og síðani fylgjast við kókarínum suður eftir. Um kvøldið fingu teir eina bók, har tað skuldi skrivast upp teir tímar, teir arbeiddu yvirtíð.
Mikkjal fekk sjey pakkar av sigarettum.
2. november arbeiddu teir á dekkinum fyri at fáa tað ruddað, áðrenn teir skuldu sigla. Um kvøldið fingu teir sápu og annað til keyps umborð umframt aðrar vørur.
Herlon í Kálvaið fekk 10 sunlight sápur, 5 sápur til andlit, 1 skógvar, 10 pakkar av tyggigummi, 5 pk av cigarettum.
Sunnudagin 3. november arbeiddu teir frá kl. 8 um morgunin til kl. 3 seinnapartin. Dekkið var ruddað, og tá tað var liðugt, var farið at sigla. Fýra av hvalabátunum skuldu fylgjast við Wilhelm Barendsz. Um kvøldið vóru nógv telegramm send yvir Amsterdam til Føroyar. Teir fóru at sigla kl. 1 og
settu kós móti Cape Town í Suður Afrika.
Hvalabátarnir kundu sigla 14-16 míl, meðan Willem Barendsz bara sigldi 10 míl. Men tá ið allir skuldu fylgjast, mátti ferðin hjá hvalabátunum vera har eftir.
Nú var ein mánaði farin, síðan farið varð úr Føroyum, og allir føroyingarnir vóru komnir at kennast, summir blivu vinir fyri lívið. Millum hesa vóru Marius og Torbjørn.
Á longu ferðini varð nógv gjørt umborð á móðurskipinum at gera tað hugnaligt hjá manningini, tá ið hon hevði frívakt.
Men hesum fingu Torbjørn og Marius ikki nógva gleði av, tí teir vóru við hvør sínum hvalabáti, har ikki varð hugsað um slíkt.
Úr dagbókini hjá Mikkjali og Herlon
Mikkjal Gulklett er sera neyvur í síni dagbók. Teir arbeiddu hvønn dag á ferðini. Men eisini var ofta okkurt serligt.
Her verður greitt frá sjálvari ferðini suðureftir:
4. november. Tríggir hvalabátar sóust tætt hjá okkum. Tann fjórði sást ikki. Tað var stór og tung alda, men lítil vindur.
Herlon: Eg fekk 1000 cigarettir, 8 plátur Cavendis, 5 pk svávulpinnar, 10 pk chokoladur, einar handskar.
5. november arbeiddu vit á dekkinum við at smyrja veirar og kveyla teir upp á afturdekkið. Kl. 12 í dag vóru vit mitt í Biskayabuktuni.
6. november var arbeitt á dekkinum. Tað var mest spleysan av veirum og trossum sum gjørt var. Veðrið er av tí allarbesta.
7. november . Seinnapartin kom ein hvalabátur at borði at fáa sær nakað av provianti. Nakað seinni kom ein annar at fáa sær eina tunnu av solarolju. Veðrið er stak gott. Á middegi vóru vit tvørs av Lissabon í Portugal.
9. november var arbeitt á dekkinum til kl. 1. Tá fingu vit frí, tað sum var eftir av degnum. Ein hvalabátur kom aftur í dag at fáa sær vatn og olju. Skiparin á honum gramdi seg um, at hann og stýrimaðurin máttu gera alt arbeiði umborð, tí manningin var øll frá Hollandi. Teir dugdu bara at tosa hollendskt. Teir skiltu hvørki norskt ella eingilskt. Annars hevur verið nevnt, at níggju tungumál vóru umboðað á túrinum.
Sunnudagin 10. november - tíðliga á morgni - sóu vit tær Kanarisku oyggjarnar. Um kvøldið var togtogan á dekkinum millum føroyingar og hollendarar. Føroyingarnir vunnu. Eisini var boksikampur millum hollendarar sínámillum. Ljósbíløt eru at síggja hvørt leygarkvøld í messuni.
11. november var arbeitt á dekkinum ymiskt arbeiði. Sólin skein, og tað var øgiliga heitt. Segl vóru spent tvørtur um dekkið fyri at fáa nakað av lívd móti hitanum.
12. november var arbeitt á dekkinum uppá veirar og annað togverk. Tað var ikki so heitt sum dagin fyri. Tað er so almindiligt, tá ið arbeitt verður, at menninir ganga naknir yvir beltið fyri at tola hitan betur.
13. november var sama arbeiði fyri á dekkinum. Ein hvalabátur kom í dag at fáa sær olju og vatn. Teir høvdu við sær tveir flúgvifiskar, sum vóru dotnir niður á dekkið hjá teimum. Teir sóu út sum ein stór sild. Tað var bert tann munur, at teir høvdu veingir.
Í dag frættist, at ein dampari úr sama reiðarí sum "Willem Barendsz", skuldi møta okkum og taka post heim frá okkum. Tað varð ikki so.
14. november var arbeitt á dekkinum við sama lag. Fleiri av monnunum eru so illa sólbrendir, at teir fáa illa arbeitt. Kl. 7,30 helt sekreterurin eitt møti í messuni um kontraktina.
15. november Um kvøldið fór at regna, og tað bleiv nakað væl av vindi. Toran fór at ganga, og alt havið var upplýst sum klárur dagur av toruljósum og veðurljósum. Einar tveir tímar helt toran uppat, og tað var gott veður aftur.
16. november var arbeitt til kl. 1 við ymiskt arbeiði. Um kvøldið sóu vit ljósbíløt úti á dekkinum. Meðan vit hugdu eftir ljósbíløtum fór at regna, so mátti tað flytast inn í messuna fyri at síggjast liðugt.
Komandi partur
Í komandi parti verður endaliga komið fram og hvalaveiðan kann byrja. Men fyrst skulu gjøgnum “linjudópin”, tá ið farið verður um ekvator.