Føroyingar í størv sum trainees hjá DONG

Tað er alt meira vanligt, at útlendsk oljufeløg taka føroyingar í arbeiði sum eitt nú trainees. Hetta hevur m.a. sermerkt oljufeløgini í ?Faroes Partnership? bólkinum við Amerada Hess, Dong, Lasmo, Norsk Hydro og Atlantic Petroleum. Herfyri hevði danska olju- og gassfelagið DONG lýsingar í bløðunum, har søkt varð eftir føroyingum til sokallað ?trainees? størv.

Felagið sigur í einum tíðindaskrivi, at fýra føroyingar aftrat fara at arbeiða sum traniees hjá DONG (Dansk Olie og Naturgas). Har skulu teir læra meira um olju- og gassyrkið. Teir fýra skulu arbeiða á høvuðsskrivstovuni hjá DONG í Hørsholm uttan fyri Keypmannahavn í upp til tríggjar og seks mánaðir.

Søren Gath Hansen, stjóri í DONG sigur seg vera sera væl nøgdan við teir føroyingar, sum longu hava verið í traineesstarvi hjá felagnum. -Teir fyrstu føroyingarnir vóru her hjá okkum í 1988 og 99, og hetta haldi eg var sera væleydnað bæði fyri teir og okkum. Tískil síggja vit fegnir, at aðrir føroyingar fáa hetta høvið. Ikki minst tí at vit á tann hátt eru við til at hjálpa Føroyum við at byggja upp vitan og kompetansu innan oljuídnaðin og fyrisiting.

Teir fýra føroyingarnir, sum skulu til arbeiðis hjá DONG eru Jens Wang, juristur, Sólva Eliasén, geofysikari, Iri K. Petersen, geofysikari og Regin Joensen, ið lesur til reservoirverkfrøðing.