Føroyingar vælkomnir

- Vit fáa brúk fyri túsundtals arbeiðsmonnum til tær stóru verkætlanir, sum standa fyri framman, sigur borgarstjórin í Nuuk, Nikolaj Heinrich, sum hevur verið í Havn í sambandi við fund í vinarbýarsamstarvinum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn

Nikolaj Heinrich, 70, tók við borgarstjórastarvinum 1. desember 2007, tá ið táverandi borgarstjóri, Agnethe Davidsen, brádliga doyði. Hon var annars fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Nuuk.

Nikolaj Heinrich hevur seinastu tríggjar dagarnar verið í Føroyum í sambandi við fund hjá grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn. Við í ferðalagnum vóru eisini Ane Egede Mathæussen, forkvinna í sosialu nevnd og kommunustjórin, Gerda Knudsen, sum eisini virkaði sum tulkur á ferðini.

Sosialurin hitti ferðalagið í gjár og spurdi, hvat hesin norðuratlantski grunnurin hevur at siga fyri grønlendingar.

- Vit hava eitt søguligt samband, og okkara tjóðir eru so líkar, at vit altíð hava okkurt, sum vit kunnu samstarva um, segði Nikolaj Heinrich.

Sum skilst á teirri skriving, sum var um tað mundi, tá Heinrich varð valdur til borgarstjóra, so var tað heldur óvæntað, at Siumut skjeyt Nikolaj Heinrich upp sum sín kandidat. Teir tríggir flokkarnir í býráðnum skutu hvør sín kandidat upp, og av teimum 17 býráðslimunum atkvøddu átta fyri Heinrich, fimm fyri demokratiska kandidatinum og fýra fyri umboðnum hjá IA. Við umatkvøðu millum umboðið hjá demokratunum og Heinrich endaði tað aftur átta til Heinrich og fimm til demokratiska umboðið, meðan IA atkvøddi blankt.

Hetta er sostatt fyrsta ferðin, at Nikolaj Heinrich er í Føroyum, meðan tær báðar kvinnurnar hava verið í Føroyum fyrr í somu ørindum sum nú.

 

Útbyggingar fyri framman

Nuuk kommuna er á mangar mátar í somu støðu sum Tórshavnar kommuna. Heðin Mortensen, borgarstjóri hevur mangan ført fram, at um landið ikki røkir sínar skyldur, má kommunan gera nyðugu útbyggingarnar. Hetta sama er galdandi í Grønlandi.

- Landsstýrið arbeiðir so seint, at kommunan ikki hevur tol at bíða eftir teimum. Tískil hevur býráðið gjørt av at seta í verk nakrar ógvuliga stórar verkætlanir, sigur Nikolaj Heinrich.

Í veruleikanum er tað landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av útbyggingini av bæði havnalagnum í Nuuk og av flogvøllinum, men býráðið hevur sum nevnt mist tolið, og um ársskiftið verður útbyggingin av havnalagnum sett í verk.

- Tað verður kortini so, at landsstýrið verður við til at fíggja útbyggingina av havnalagnum saman við Nuuk kommunu og Arctic Line skipafelagnum. Men aðrir íleggjarar eru vælkomnir, sigur Nikolaj Heinrich.

Umframt hetta, skal liggur ein flogvallarætlan í kortunum.

- Tað er ikki endaliga greitt, um verandi floghavn verður útbygd, ella talan verður um eina heilt nýggja floghavn. Men undir øllum umstøðum verður talan um deilda fígging millum Nuuk kommunu og landsstýrið, sigur Nikolaj Heinrich.

Í triðja lagi arbeiðir kommunan við ætlanum um at útvinna jarnmálm, tinmálm og rubinir í økinum kring Nuuk. Hetta verður tó gjørt gjøgnum konsessiónir til áhugað minufeløg, og har er longu eitt kanadiskt felag í gongd við kanningum, meðan eitt annað felag av afrikanska meginlandinum eisini hevur søkt um loyvi at útvinna mineralir úr jørðini.

 

Brúk fyri arbeiðsmegi

Allar hesar stóru verkætlanir krevja sjálvandi stóra arbeiðsmegi, nógv størri, enn grønlendingar sjálvir kunnu nøkta tørvin.

- Vit hava gjørt eina avtalu við Danmark og Svøríki innan útbúgvingarøkið, og vit fara nú at senda 4.000 ungdómar avstað at útbúgva seg í teimum báðum londunum. Tað er serliga fakfólk, vit hava brúk fyri, men so sanniliga eisini fyri ófaklærdum, sigur Nikolaj Heinrich.

Borgarstjórin í Nuuk torir ikki at seta nakað tal á, hvussu nógvum fólki teir koma at hava brúk fyri.

- Eg tori ikki at nevna nakað tal, men talan verður um fleiri túsund arbeiðspláss, sum vit mugu fáa fólk til uttanífrá, sigur Nikolaj Heinrich.

Og her er so ein gyltur møguleiki hjá føroyingum og føroyskum fyritøkum at søkja sær arbeiði, skuldi farið at bila við virkseminum í Føroyum.

- Vit hava altíð havt eitt gott samstarv við føroyingar, og teir skulu vera so hjartaliga vælkomnir upp til Grønlands at arbeiða, sigur Nikolaj Heinrich.

Føroyingar hava jú verið í Grønlandi fyrr og bygdu upp Føroyingahavnina og seinni eisini Nordafar.

- Vit hava nógvar føroyingar búgvandi í Grønlandi. Tað eru børn hjá føroyingum, sum komu til Grønlands at arbeiða og sum síðani settu búgv har, sigur Nikolaj Heinrich.

Í hvussu er geva stóru verkætlanirnar í Grønlandi føroyingum møguleika at fara upp til Nuuk at arbeiða.