Paris Hilton, Jennifer Lopez, Sarah Jessica Parker, Naomi Campbell, Victoria og David Beckham. Hetta eru nøvn, ið flest øll av okkum kenna. Í handlum, sum selja luktilisi, eru hesi nøvn ikki bara kend nøvn, men eru eftirhondini eisini vorðin toppseljarar.
-Tey ungu í dag keypa nógv vøru eftir merkjum, og okkara ídnaður er onki øðrvísi í tann máta. Hvørja ferða eitt nú Paris Hilton ella Jennifer Lopez koma út við nýggjum luktilsum, so koma tey ungu inn at keypa, sigur Helga Golightly, sum er leiðari í Heilsu í SMS.
Hóast tað standa kend nøvn á fínu luktilsisfløskunum, so lata tey yngru seg ikki heilt lumpa tó.
-Nei, fyri tí um ein er kendur, so er tað ongin trygd fyri, at hetta fer at selja væl. Eitt nú kom Jennifer Lopez út við einum lukti, ið æt Still, og hendan anga kallaðu tey yngri fyri ólekran, sigur Helga.
Skifta luktilsi eftir árstíðunum
Tað eru ikki bara tey ungu, ið velja at skifta luktilsi ofta út. Eisini fólk, ið eru komin upp í árini skifta luktilsi minst tvær ferðir um árið.
-Ja, hetta er heilt tíðiligt fyri okkum her í Heilsu. Um summarið, tá ið flestu av okkum kenna okkum lættari í lyndi, so skifta tey til eitt lættari luktilsi, og um veturin gongur tað hinuvegin. Hetta spælur marknaðurin eisini heilt tíðiliga upp á, tí nærum øll, ið framleiða luktilsi, gera tyngri luktilsi um veturin og lættari um summarið, sigur Helga.
Eisini aldurin hevur nógv at siga at siga, tá ið tað kemur til luktilsi.
-Hóast vit øll eru øðrvísi, so er tað rættiliga generelt soleiðis, at tey yngru velja lættari luktilsi og tey eldru velja tyngri luktilsi, sigur Helga.
Klassikararnir yvirliva
Hóast tað koma nógv nýggj luktilsi út, so eru tað altíð merkir sum yvirliva.
-Her selja vit enn nógv av klassisku Chanel no 5 og Trésor frá Lancome til tær vaksnu kvinnurnar. Og menninir, teir velja eitt nú nógv Jean Paul Gaultier og Hugo Boss, sigur Helga.
Eisini í Drós í miðbýnum í Havn hava tey klassikarar, ið selja nógv. Har siga tey, at Van Gils og Burberry altíð selja væl til menn, og Gucci, Estée Lauder og Dolce & Gabbana selja sera væl til kvinnur.
Men luktilsi eru eisini, ið eru við at doyggja út. Eitt nú tiltikna Old Spice.
-Nei, hetta er slettis ikki at síggja meira her í handlinum. Og eg haldi ikki, at hetta verður saknað. Eg haldi, at tíðirnar eru farnar víðari, og menninir eru bara raskir at fylgja við, sigur Helga.
Broyttur marknaður
Luktilsismarknaðurin í Føroyum er broyttur rættiliga nógv tey seinastu árini. Tey yngru eru vorðin nógv raskari at keypa.
-Fyri seks árum síðani sóu vit nærum ongi fólk undir 25 ár. Í dag hava tey yngru tikið heilt yvir. Vit síggja ung heilt niður í fjúrtan ára aldur, sigur Helga.
Menninir, ið nærum slettis ikki sóust fyrr, eru í dag eisini vanligir gestur í luktilsishandlum.
-Ja, teir eru bara raskir at vitja okkum í dag. Nú eru teir enntá so ungir sum 12 ár, sigur Helga at enda.