Føroyingar vilja á festival

Jón Tyril og Steintór Rasmussen eru á einum máli um, at undirtøkan fyri teimum báðum festivalunum ongantíð hevur verið størri enn í ár. Hóast búskaparkreppa herjar um allan heim, so hava føroysku festivalarnar ikki merkt nakað til hetta.

 

Bæði Steintór Rasmussen, fyrireikari av Summarfestivalinum, og Jón Tyril, fyrireikari av G! Festivalinum siga, at nógv atgongumerki longu eru seld til teir báðar festivalarnar, og samanborið við undanfarnu ár, hava festivalarnar selt fleiri atgongumerki nú, enn teir høvdu hini árini.

 

-Eg haldi, at áhugin fyri festivalinum er størri enn nakrantíð, sigur Steintór Rasmussen.

Eisini Jón Tyril er fegin um gongdina, og ikki minst, atgongumerkjasøluna.

 

-Vit merkja stóran áhuga, og hava longu selt eina ørgrynnu av atgongumerkjum, sigur hann.

 

Staðfestingin frá teimum báðum festivalfyriskiparunum kemur í kjalarvørrinum av lesarakanning á portalinum, sum vísir, at 33 prosent fara á Summarfestival, 12 prosent á G! festival, 5 prosent á báðar festivalarnar, og 50 prosent fara ikki á nakran festival.