Føroyingarnir byrja inni í íslendsku steypafinaluni

Gunnar Nielsen hjá FH, og Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs byrja allir inni. Steypafinalan byrjar klokkan 17

Yvir 20 familjulimir og næstringar hjá Jónasi Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, og hjá Gunnari Nielsen eru uppá pláss á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Klokkan 17 byrjar steypafinalan, ein føroyingauppgerð millum FH, sum hevur Gunnar Nielsen í málinum, og ÍBV, har bæði Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs byrja inni, sum eru gleðilig tíðindi fyri mongu landsliðsfjeppararnar, og ikki minst landsliðsvenjaran, Lars Olsen.

 

Íslendska Morgunblaðið boðar frá, at hesir byrja inni í íslendsku steypafinaluni: 

 

FH: Gunnar Nielsen (M), Pétur Viðarsson , Bergsveinn Ólafsson, Steven Lennon, Emil Pálsson, Þórarinn Ingi Valdimarsson, Davíð Þór Viðarsson, Atli Guðnason, Kristján Flóki Finnbogason, Kassim Doumbia, Böðvar Böðvarsson. 

 

ÍBV: Derby Carrillo (M), Matt Garner, David Atkinson, Pablo Punyed, Kaj Leo i Bartalsstovu, Mikkel Maigaard, Sindri Snær Magnússon, Jónas Tór Næs, Brian McLean, Atli Arnarson, Gunnar Heiðar Þorvaldsson.