New Zealand: - Eg verði skjótur aftur!
Soleiðis segði Símin Askham við síni kæru, tá hann ein dag fyri 41 árum síðani legði ta longu leiðina suður í hav.
Ungi havnamaðurin var tá bert 22 ára gamal, men hevði hug at síggja nakað av umheiminum og tey fjarskotnu støðini hinumegin á klótuni.
Hetta skuldi bert gerast ein styttri vitjan, men endaði ella byrjaði við arbeiði, búseting, konu, børnum og egnum virki.
Í summar er hann enn einaferð komin ta longu leiðina hinvegin, - heim til Føroyar at vitja familju, vinir og sítt gamla arbeiðspláss.
- Tað er altíð gott at koma aftur til Føroyar, sigur hann.
Hann og konan hava verið í Føroyum eina tíð, men fara avstað aftur leygardagin til New Zealand.
Og hagar eru føroyingar altíð vælkomnir at støkka inn á gólvið.
Dygdarkjøt
Tað verður so ofta tikið til, at ein kann hitta føroyingar allastaðni. Og so er líkamikið hvønn veg tú ferðast:
Um tað so er til Amerika, Kina, Afrika ella Australien, so kanst tú renna teg í onkran sum tosar føroyskt.
Og kemur tú til býin Tauranga á norðaru New Zealandsku oynni er ikki óvist, at tú ikki kanst hitta henda í dag 63 ára gamla havnamannin.
Her býr hann saman við konuni Sue, sum hann hevur trý børn saman við - Olaf, Rebekka og Niclas. Tey búgva á einum lítlum garði, einar 20 km. frá nærmasta býi. Men tað er eingin trupulleiki, tí góður vegur gongur beint framvið.
Til garðin hoyra 10 hektarar av jørð, og her hevur hann bæði seyð og neyt gangandi.
Og her livir hann eisini eitt virkið lív sum slaktari í egnari fyritøku við navninum Whaka Quality Meat dygdarkjøt frá Whaka.
Og tað er ikki uttan orsøk, at Símin kann ynskir og kann lýsa við dygdarkjøti: Áðrenn hann nakrantíð fór so langt sum til hin partin av klótuni, arbeiddi hann nevniliga hjá einum navnframum føroyskum slaktara.
Ævintýrhugur
Símin var ikki rættiliga gamal fyrrenn hann á fyrsta sinni steig inn um gáttina í Kjøtbúðini hjá Otto Reinert í Tórsgøtu í Havn.
Líkt var til, at hann hevði bæði hug og hegni til hetta arbeiðið, og honum dámdi tí væl í hesi fyri havnarfólk so kendu fyritøkuni, sum enn blómar og sum enn veitir fólki dygdarvørur úr kjøti.
Hann varð útlærdur sum slaktari hjá Otto, og í stovu hansara í Tauranga hongur sveinabrævið, sum er undirskrivað av Rikardi Long, sum tá var formaður í Læruráðnum.
Men hugurin at síggja umheimin var eisini stórur, og sum 22 ára gamal avgjørdi Símin at gevast við arbeiði sínum hjá Otto Reinert bert eina stutta tíð, lovaði hann.
- Eg verði skjótur aftur. Eg skal bara ein lítlan túr til New Zealand, Australien og onkra aðrastaðni. So komi eg aftur, segði hann tá í 1964.
Men hann kom ikki aftur beinanvegin. Honum dámdi so mikið væl í New Zealandi, at hann fekk sær arbeiði har, og varð eisini verandi á hesum vakra og fjarskotna staði.
- Tað var nokk mest ævintýrhugurin sum dró meg hagar. Men eg skilti eisini, at teir sóknaðust eftir fólki úr øðrum londum immigrants -, tí ikki var nokk av arbeiðsmegi í landinum.
- Eg hevði jú royndir sum slaktari, so har fekk eg mín møguleika at halda fram við tí arbeiðinum, eg hevði verið í hjá Otto, sigur Símun við einum brosi.
At hann hevur búð 41 ár í New Zealandi er ikki lætt at hoyra. Hann tosar sera gott føroyskt, og tá hann tosar við konuna á enskum, so er tað við einum farra av lokalari dialekt!
Slakta alt
Símin byrjaði at arbeiða hjá einum slaktara, men fyrst í 70unum keypti hann sjálvur ein handil og seinni eina verksmiðju, ið framleiðir kjøtpylsu og annað úr kjøti.
Hetta virksemið gekk so mikið væl, at hann avgjørdi at sláa alt saman í eitt til fyritøkuna Whaka Quality Meat, har íalt sjey fólk eru til arbeiðis.
Her selja tey kjøtvørur, og her er eitt sláturvirki, har tey m.a. veita fólki ta tænastu at slakta fyri tey, bæði inni á sláturvirkinum, men fyri ein stóran part úti í náttúruni við einum lastbili úr rústfríum stáli, sum er innrættaður júst til hetta endamálið.
- Vit slakta bæði seyð og neyt, og hjørtur. So tað er nógv ymiskt vit takast við, sigur hann.
Fyritøkan hjá Símini hevur úr at gera, og sum er klárar hann at nøkta heimamarknaðin við vørum sínum.
Hann hevur onkutíð hugsað um at lata onnur uttanfyri New Zealand royna vørur sínar. Men so langt er hann kortini ikki komin enn.
- Eg veit ikki. Tað er mangan so tungt og møtimikið við øllum hesum pappírunum, sum skulu fyllast út.
- So nei, eg haldi meg bara til okkara egna marknað, sigur Símin.
-