Leygardagin letur nýtt gallarí upp í Keypmannahavn. Gallery Nordoy verður rikið av føroysku Kristiannu Norðoy, sum leingi hevur havt ætlanir um listaframsýningarhøli í danska høvuðsstaðnum.
– Eg havi í eina tíð hugsað um gera eitt gallarí, og nú gekk knappliga sera skjótt, tí vit fingu hølini fyri trimum vikum síðani, og leygardagin lata vit upp, sigur Kristianna Norðoy. Fyrsta framsýningin verður við pápa hennara, Amariel Norðoy, og tað er upplagt, at hann fær høvi at hava fyrstu framsýningina. Síðani er ætlanin at sýna fram norðurlendska list – harundir føroyska – og eisini onkuntíð at hava aðra altjóða list á veggjunum í Gallery Nordoy. Nýggja framsýningarhøli liggur væl fyri á Hedebygade á Vesterbro. Hendan gøtan er millum kendu gøturnar í Danmark, tí Hedebygade er Barndommens gade, sum rithøvundin Tove Ditlevsen skrivar um. Hon búði í 30A. Gallery Nordoy heldur til í nummar 2. – Fyrsta stigið hjá okkum verður at lata gallaríið upp, og vit hava ætlanir um at gera eitt listafelag, sum verður knýtt at gallarínum. Eisini hugsa vit um at gera onkrar pop-up framsýningar uttanlands, sigur Kristianna Norðoy. Leygardagin kl 16:00 til 19:00 verður móttøka í sambandi við, at Gallery Nordoy letur upp. Tá verður Amariel Norðoy til staðar, og presturin Bergur Jacobsen heldur røðu. Eisini verður ymiskur live-tónleikur at hoyra.