Tá Den Danske Spiseguide sunnudagin skipar fyri galla í samband við handanina av ársins virðislønum til danska matstovuvinnuna, so eru fleiri føroyingar millum teirra, ið kunna vinna eina virðisløn.
Ein teirra er John Mikkelsen, tænari í Áarstovu í Havn, sum er í uppskoti til heiðurin Ársins tænara, og morgunsendingin hjá Kringvarp Føroya, Góðan morgun Føroyar, vitjaði John Mikkelsen í morgun, og gleddist hann tá um tilnevningina.
- Tað er altíð stuttligt at fáa eina viðurkenning. Og vit øll her Heima í Havn(matstovurnar hjá Gist&Vist samtakinum á Reyni) føla tað sum eina viðurkenning fyri tað, ið vit gera. Og tað er viðurkenning fyri alt tað gastronomiska umhvørvið í Føroyum, segði John Mikkelsen við GMF.
Tað var í mars, at tíðindini bórust, at hann var ein av seks tænarum, ið var í uppskoti til heiðurin, og bleiv listin skorin niður til tríggjar tænarar í summar. Sunnudagin fæst so greiða á, um talan gerst til eitt fyrsta pláss hjá føroyska tænaranum.
Les eisini: Ein av seks teim bestu tænarunum í kongaríkinum er í Havn
Hinir báðir, ið eru í uppskoti til Ársins tænara 2017 hjá Den Danske Spiseguide eru Kresten Scheel Langvold, ið starvast á Brøndums Hotel, og Christian Neve, ið starvast á Domestic.
John Mikkelsen verður tó ikki einasti føroyingurin, ið verður til staðar til tiltakið sunnudagin. Matstovan Barbara er ein av fýra matstovum, ið eru í uppskoti til at gerast Ársins Fiska og Skeljadjórmatstova og Poul Andrias Ziska, kokkur í Koks, er millum teir fýra kokkarnar, ið kann vinna Ársins Kokkaprofilur.