Sunnudagin 2. mars varð 6. og síðsta Grand Prix umfar leikt í høllini í Trongisvági. Grand Prix er tað sum svarar til landskappingina í borðtennis.
Undan seinasta umfarið vóru so nær sum allar deildir avgreiddar, men í nøkrum deildum var tættari enn í øðrum. Petur Niclassen hevur hesi seinasti árini verið nærum einaráðandi innan fyri føroyskt borðtennis, men í ár hava nakrir ungir fýrar megnað at koppa Petur av trónini innan Grand Prix samanhang.
Ragnar Egilsson gjørdist fremst í tí samlaðu Grand Prix kappingini í ár, Ragnar, ið leikar í meistaradeildini, hevur havt eitt sera gott kappingarár. Eisini ungi Rói Agnarsson endaði framman fyri Petur, men spurningurin er, um hesir ungir menn eisini megna at gera kynstrið eftir í FM, sum verður um hálvan annan mánað. Næsta kapping í borðtennis, verður FM fyri ungdóm 28-29 mars í høllini í Trongisvági.
Bólkavinnarnir í 6. GP umfarið gjørdist:
A: Ragnar Egilsson, Tór
B: Karl Arni Egholm, Kí
C: Páll Heri Nolsøe, TBF
D: Jónas Syderbø, Tór
E: Dánjal Petur Nielsen, Tór
F: Eirikur Mørkøre, TBF
G: Hávar Albinus, TBF
H: Jón Sigurð Poulsen, Royn
Samlaðir vinnarnir í Grand Prix í ár gjørdist:
Smápiltar:
1: Hávar Albinus, TBF
2: Dávid Mortensen, TBF
Smápinkur:
1: Sofía Maria Ferjá, TBF
2: Durita Jensen, TBF
3: Rebekka Petersen, TBF
Piltar:
1: Knútur Jóanesarsson, Tór
2: Sveinur Nolsøe, Tór
3: Eyðfinnur Jensen, TBF
Pinkur:
1: Anna Mikkjalsdóttir, TBF
2: Lív Øster, TBF
3: Vár Holm, TBF
Smádreingir:
1: Heini Mortensen, TBF
2: Mathias Mortensen, TBF
3: Tóki Thorteinsson, Tór
Smágentur:
1: Marin Sofía Brattalíð, TBF
2: Birita Mortensen, TBF
Dreingir:
1: Fróði Jensen, TBF
2: Jákup Thomasen, TBF
3: Páll Heri Nolsøe, TBF
Gentur:
1: Rakul Mikkjalsdóttir, TBF
Mansunglingar:
1: Rói Agnarsson, Tór
2: Hallur Thorteinsson, Tór
3: Pætur Albinus, Tór
Meistaradeildin menn:
1: Ragnar Egilsson, Tór
2: Petur Niclassen, Tór
3: Fríði Jensen, TBF
Meistaradeildin kvinnur:
1: Marin Í Dali, TBF