Føroysk fernisering og tónleikur í Keypmannahavn

Hósdagin letur føroysk listaframsýning upp í Keypmannahavn og føroyskir tónar eru eisini at hoyra Hósdagin 4. september er fernisering í ?Bredgade Kunsthandel?, sum liggur á Bredgade 67-69 í Keypmannahavn. Listafólkini eru: Edward Fuglø, Eyðun av Reyni, Kári Svensson, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Ingálvur av Reyni, Joensen-Mikines, Jack Kampman og W.Heinesen.

Føroyski sendiumboðsmaðurin Herálvur Joensen heldur fyrst eina røðu, og síðan verður livandi tónleikur við Hanusi G. Johansen á gittari og sangi, Páll Sólstein á horn, Hans Petur í Brekkunum á sax, Heiðrun Petersen á violin og Mia Káradóttir á floytu.

Tiltakið byrjar kl 15:00 danska tíð og er alment, boðar FO INVASION frá í tíðindaskrivi.