Esbjerg: Teir føroyingar, ið hava áhuga at luttaka við møtir í Danmark á hvítusunnu - t.v.s. næsta vikuskifti, fáa eitt gott høvi til hetta seinni í mánaðinum. Hesa høgtíðina skipar føroyski trúboðarin, Heri Elttør fyri møti í missiónshúsinum Bethania í Esbjerg. Møtini byrja fríggjakvøldið 9. mai og halda fram til sunnudagin.
Høvuðstalari verður Thomas Dam, formaður í føroysku Heimamissiónini. Eitt líknandi tiltak varð roynt í fjør í Hirtshals við góðum úrsliti.
Hetta vóru fólk so væl nøgd við, at avgjørt er at royna tað aftur í ár.