Í alt ov mong ár hava føroyingar einans kunnað keypt útlendsk jarðber. Men næsta ár fer at bera til at keypa føroysk sum eru "Made in Sund".
Nærhendis Sev-verkinum á Sundi hava menn í hesum døgum lagt lunnar undir hesa nýggju føroysku framleiðsluna.
Verkætlanin hevur heitið "Expended berry production in the North Atlantic Region". Endamálið við verkætlanini er at kanna møguleikarnar fyri at velta hindber og jarðber í plastikktunlum.
Búnaðarstovan er við í hesi verkætlanini, saman við granskarum og ráðgevum úr Noregi, Íslandi og Grønlandi.
- Vit hava góðar vónir um at hetta fer at bera til, sigur Jákup Bærentsen, bóndi á Sundi, og sum stendur fyri føroyska partinum av hesi norðurlendsku verkætlanini.
(Myndin: Tey føroysku jarðberini síggja út sum hini, men smakka munandi betri - vinstrumegin Jákup Bærentsen, bóndi, Rólvur Djurhuus, Sigga Rasmussen og ein norskur granskari. Myndamaður: Jens Kristian Vang)