Vitanin um, at kritikkur kann vera tí evni, stovni ella persóni, hann er vendur ímóti, til gagns, tykist vera farin í gloymsil
Føroyar vóru fyri eini øld síðani ein grein, sum hekk og sveiggjaði, frísk og grøn, á tí europeiska bulinum. Meginlandsins sevjur streymaðu uttan forðing út í greinina og førdu við sær sín virðismikla fong - kunnleika, klassiska mentan, kynstrið at hava ein siviliseraðan dialog. Hetta samband millum stórheimin og avbygdina setti sín dám á tátíðar orðaskifti, og tí undrast vit enn á vitanina, víðskygnið og tann argumentativa førleikan í summum greinum, sum eitt nú Símun av Skarði, Kristin í Geil ella Rasmus á Háskúlanum tá lótu almannakunngera.
Tann føroyska tjóðskaparrørslan, sum meira enn nakað annað einstakt rák formaði tær nýggju Føroyar, er tann grund, vit í dag byggja á, eitt støði, har málrøkt og mentanarrøkt eru – ella eiga at vera – hornasteinar. Men av ymiskum grundum linkaði í hennara kjalarvørri sambandið við tann intellektuella, europeiska meginbulin. Við vaksandi flokkabýti, nýggjum bløðum og einum vaksandi tali av religiøsum trúarbólkum kom landið meira og meira at minna um eitt avstikað spælipláss, eyðkent av sínámillum kegli og við lítlum sambandi við umverðina.
Hetta tykist hava sett sítt lívsseiga merki á okkara mentanarliga diskurs. So løgið tað kann ljóða, tykjast nýggir mentanarberar og samskiftismiðlar sum sjónvarp ella alnet ikki hava broytt hesa mynd, kanska av tí orsøk, at framburður av hesum slag er tvígreindur og eins væl kann føra inn í ljós og vitan sum niður í myrkur og vankunnu. Okkara orðaskifti, sum einaferð hevði kontinentalar veingir, er av somu grund í stóran mun máttstolið og kryplað, atomiserað og personaliserað. Og vitanin um, at kritikkur í eini ávísari støðu kann vera tí evni, stovni ella persóni, hann er vendur ímóti, til gagns, tykist vera farin í gloymsil.
Eitt aktuelt dømi kann mynda avleiðingarnar av hesi diskursivu armóð. Í dag eru bæði løgting og landsstýri gyrd í brøkur, tí at hallið á fíggjarlógini fyri í ár nærkast eini milliard, og tí onki bendir á, at tey komandi árini fara at broyta hesa ójavnvág. Øll rópa eftir eini loysn, men í tí búskaparliga aldudali, vit eru í, er ilt at hóma nakran útveg. Politikarar tykjast hava gloymt, at teir sjálvir hava skapt hesa støðu, tí teir fyri fimm árum síðani, á einum búskaparligum tindi, sýttu fyri at taka tað inn í skatti, sum tíðin og vælferðin tá loyvdu og kravdu.
Í framkomnum londum er tann aðalregla galdandi, at tú í góðum tíðum førir ein strangan fíggjarpolitikk, men í ringum tíðum letur pengar streyma út í samfelagið. Hjá okkum verður tað øvugta gjørt. Um onkur roynir at taka hesi mál til umrøðu, hendir antin tað, at viðkomandi onki svar fær, ella at hann verður tagdur burtur ella biðin um at tiga. Sostatt kann okkara serføroyski búskaparpolitikkur – at loysa reimina í góðum tíðum og tátta í í ringum tíðum – halda fram, og orsøkin til hetta, kunnu vit staðfesta, er m.a. at finna í eini trótandi kjakmentan. Skaldið sigur, at »tú skalt eta tey eplir tú sjálv hevur velt«, og avleiðingin kann blíva, at landið um fimm ella tíggju ár aftur kemur undir umsiting.
Á ein hátt tykist enntá okkara málburður at spegla aftur okkara armóðsligu avrik á tí leikpalli, har Aristoteles á sinni strikaði upp sína gitnu syllogismu. Tí diskurs rópa vit kjak og gloyma, at høvuðsmerkingin hjá hesum orði er, ikki mentað próvgrundan, men »kegl«, metan og trætan, ofta um einki. Ein umrøða av siviliseraðum slag, har, sum ein av mongum møguleikum, tesan og antitesan gloppa portrið inn á syntesunnar grønu markir, átti í grundini at itið orðaskifti. Men tað kolluta orðið kjak lýsir á adekvatan hátt okkara menningartig, hvat mentaðum dialogi viðvíkir.
Avleiðingarnar eru sjónskar. Vit tosa alsamt um at fáa eitt nýtt framleiðslubein at standa á, men sýta okkara vinnu at íðka og menna tað ediliga bryggingarkynstrið. Vit vita, at framtíðin – um nøkur framtíð er – er grøn, men leggja stóran dent á at planleggja og byggja landsvegir við ongum súkklubreytum. Vit krevja at fáa eitt nýtt risaberghol, sum kostar eina milliard, men sýta samstundis fyri at rinda tann skatt, sum skal fíggja hesa bygging. Vit siga, vit ætla at byggja utopia, men tá vit skulu seta fólk í leiðandi størv, tykjast førleiki, ídni ella starvsfólkarøkt ikki at viga mest.
Vit tosa um serføroyska mentan, men rakføða okkara kringvarp og hungra okkara søguvísindir. Vit eru samd um, at brúk er harðliga fyri know-how, men tey samkyndu – sum eins og aðrir bólkar umboða vitan og førleika – reka vit av landinum. Okkara fremstu tjóðskaparligu flaggberar føra í heilum fram, at vit skulu hava ein føroyskan skúla, men fólk á sama vongi virka fyri at lækka skúlans støði, einsrætta hansara innihald og treingja um hansara tilboð á humaniora-økinum. Tey gloyma tá, at hugtakið ein góður skúli er og verður tað, sum stendur fremst og ovast, at hetta hugtak, sum nakað sjálvsagt og undirskilt, eisini fatar um tað føroyska, men at tann, ið dúvar upp á hetta seinasta og soleiðis kámar tað hierarkiska lutfallið millum tað europeiska og tað tjóðskaparliga, júst setir fót fyri tí føroyska.
Vit fáa eina góða mynd av okkara diskursivu mentan, um vit hugsa okkum nakrar dreingir, sum á fyrsta sinni royna seg á einum fótbóltsvølli. Bólturin verður blakaður út á vøllin, og allir tvíspora aftaná, hvør í hølunum á øðrum. Sama skilið er á okkara diskursiva heimavølli, onkur kastar út eitt klingandi orð – einskiljing, skattalætti, fullveldi – og so renna øll aftaná, høvuð- og heilaleys at kalla. Bólturin trillar út av vøllinum, so er hann gloymdur, og vit finna bara ein annan. Hvør tosar í dag um Stórutjørn? Ella um Visión 2015? Ella um eitt serføroyskt fíggjareftirlit? Ja – hvar fór kavin frá í fjør?
Viðhvørt kann bólturin, vit renna eftir, lýsast, meira abstrakt, sum hugurin til, mestsum fram eftir fummum, at taka tað av grundum, sum er bygt upp. Eystarlaga í okkara høvuðsstaði liggur landsins fagrasti dalur, ein vøkur viðarlund, ein fløta, leskað av eini vellandi á, seyður á biti, villgæs, býarins besti sólargangur. Ei undur í, at teir ráðandi fyri hálvari øld síðani, tá førleikin at hugsa ikki enn var gloppin okkara landsmonnum av hondum, valdu at leggja landsins tá hægsta skúla á hesum stað.
Vitjandi skúlafólk úr øðrum londum undrast og taka til, hvussu heppin okkara ungdómur er at kunna nema sín lærdóm í óspiltum, grønum umhvørvi. Og júst hetta, at megna at flætta saman lærdóm og varðveitslu av friðaðari náttúru, taka tey fram sum dømi um næstan flogvituga, framskygda planlegging. Til tey fáa at vita, at okkara myndugleikar í sínum vísdómi hava gjørt av at taka hetta eldorado frá okkara ungdómi. Tey spyrja hví, undrandi og forfard, men svar fæst einki. Men vit, ið eru heimakunnug, kenna svarið. Onkur tveitti orðið depil út á vøllin, og so runnu politikarar, arkitektar og skúlafólk aftaná, uttan at hugsa, argumentera ella planleggja, tíansheldur hava nakað orðaskifti.
Lat tað vera sagt straks, at eg á ongan hátt føli meg skøddan at døma um júst hetta - ivaleyst sera torgreinda - evni. Mín viðmerking snýr seg at kalla bara um okkara máta at viðgera ein spurning uppá og hevur umframt tað einans eitt burturav landslags- og umhvørvisligt atlit. Men ein spyr seg sjálvan: Tá ið depilsbólturin trillar út av vøllinum, hvat hava vit tá?
Um vit venda aftur til høvuðsevnið, kann ein loyva sær at spyrja, hvørjar avleiðingar okkara serliga diskursiva atferðarmynstur hevur fyri okkara veikaru landsmenn. Eg fari at taka fram tvey dømir, sum eg tó ikki haldi tað vera neyðugt at lýsa í staklutum. Í báðum førum var talan um, at máttmiklir profetar, í fyrra føri ein politikari, í seinna føri ein bókmentafrøðingur, umboðandi fjølment og sterk politisk ella religiøs baklond, stigu fram og tóku sær rætt til at útleggja tekstin og umboða lógina. Kritikkur er neyðugur, men í hesum føri bleiv orðið ført so bondskliga og harðliga, at tann veiki kom at vera fyri – rætt og slætt – mannajagstran. Og tá krevst, í øllum siviliseraðum samfeløgum, eitt mótspæl.
Tað er í hesi støðu, at ein knáur beiggi – tað tørvandi dirvið – kemur tí tørvandi diskursiva førleikanum til hjálpar. Ongin ivi er um, at okkara land hevur djarvar bakkamenn, bøndur og sjómenn. Men – hóast nøkur glæsilig undantøk eru - tykist dirvi ikki vera ein eginleiki, sum eyðkennir okkara intellektuellu og akademisku stætt. Tá ið profeturin, umboðandi lógina, leggur tann veika á spískastein, er tøgn. Orðað øðrvísi trótar okkara intellektuellu tað, sum einaferð bleiv rópt civilcourage.
Onkur hevur rópt tað fyribrigdi, her verður sipað til, tøgnmentan. Men hetta orðið tykist ikki bara beinrakið, tí henda tøgnin er ikki ljóðleys. Í staðin fyri hoyrist - á skrivstovum, á vegamótum, í skotum, á móttøkum, á fundum - eitt áhaldandi, ljódligt suss, sum kann snúgva seg um viðkomandi evnir, men sum oftast snýr seg um einki, er túnatos, sleyg, tómt hornatutl. Hjá okkum er henda sussimentan í dag so framkomin, at ein spurningur er, um hon ikki átti at tryggjað okkum eitt heiðurspláss í Guinness Book of Records.
Onkuntíð kemur tað fyri, at ágangurin móti tí einstaka og verjuleysa – har úti í tí veruliga, harðføra lívinum – verður so ógvisligur, at hann otar seg inn í ta hugnaliga sussandi samkomuna. Tað kann tá bera á, at onkur raknar við, slotar og heldur fyri, eitt nú: »Eg mundi skrivað eitt lesarabræv«, ella »Eg var tætt við at taka telefonina«, ella »Hevði hann gjørt tað eina ferð aftrat, so hevði eg talað at«. Og fram at hesum prúða, konjunktiviska evstamarki – men ongantíð longur - røkkur tað sivila dirvið hjá okkara intellektuellu.
Far nú ikki og halt, kæri lesari, at henda serliga støða er okkara landi til ófyrimunar. Tí sjálvsagt hava bæði okkara diskursivi vesældómur, okkara tøgnmentan og okkara sussimentan eitt hægri endamál, eina skilvísi, sum kann vera loynd fyri mongum, men sum er teimum vísu opinber. Tí hevur tað avbyrgda, innistikaða samfelagið ein telos, eitt hægri endaligt stavnhald, so er tað hetta at sementera og perpetuera sína egnu inerti. Tað er púra í samsvari við hetta, at tey fáu, sum eru so óskettin, at tey loyva sær at tala at valdsins harðskapi ella órættvísi, ella at krevja dygd í staðin fyri grunt og erpið kávalæti, skjótt verða sett í bás sum ómøgulig, ikki rættsiktað ella løgin. Og um hetta er tann sussandi skarin sjálvsagt eisini altíð fullsamdur.
Eftir er bara ein trupulleiki. Tey mongu, sum eru sperd, happað ella á onkran hátt forðað ella við undirlutan – vinnan, sum ikki fær virkað fyri óneyðugum meinbogum, tann nýhugsni granskarin, tann kreativi samkyndi, tey kvalifiseraðu, sum seta krøv, tey mongu, sum verða vanrøkt av eini stjóramentan úr fornøldini, tey dugnaligu, røsku og nærlagdu, sum ikki fáa brúkt síni evnir – hava kanska ilt við at síggja á botn í tøgnmentanar-skútunnar innara gonguverki. Men ivaleyst hava summi teirra ein varhuga av, at okkurt ikki ruggar rætt, somu kenslu, sum gamli Ibsen orðaði, heldur dramatiskt, við regluni:
Jeg tror vi seiler med et lik i lasten!
Og hvør veit, kanska er hetta ein av ymiskum orsøkum til, at ein meiriluti í okkara landi framvegis aftrar seg at mynstra við fullveldisins skútu. Um hetta er so, kemur ongin vend í, fyrr enn tey krókutu rætta ryggin, andsmennini vakna og aftur fara at hugsa sjálvstøðugt, tann dygdargóði skúlin verður endurreistur, uppgjørdir ódugnakroppar verða riknir úr sínum skýmaskotum, klassisk mentan aftur verður sett í hásætið, og tann føroyska greinin aftur sveiggjar - grøn, stinn og sevjumikil - á tí europeiska meginbulinum.