Talan er um eina framsýning við verkum hjá 13 føroyskum listafólkum. Hesi fevna m.a. um málningar, skulpturar, keramikk og vovnar lutir.
Tað var Leivur Hansen, býráðsformaðurin í Havn, sum setti framsýningina, ið verður opin til 20. desember. Frá 30. januar til 6. mars verður sama framsýningin á Listasavninum á Akureyri. Tá er eisini ætlanini at hava annað mentanarligt tilfar við úr Føroyum.
Framsýningin er liður í arbeiðinum hjá Listafelag Føroya og Listasavninum at fremja føroyska list í útlandinum.
Tað eru stjórarnir á Kjar-valsstøðum, Eirikur Torláksson og á savninum á Akureyri, Haraldur Ingi Haraldsson, sum hava stað-ið fyri fyrireikingunum til hesa stóru framsýning. Teir vóru í Føroyum fyrr í ár fyri at gera sær eina mynd av tí, sum rørist í føroyskari myndlist í dag.
Teir hava so sjálvir valt út verkini, sum eru á framsýningini. Tey 13 føroysku listafólkini, sum vórðu vald út, eru Ingolvur av Reyni, Kári Svensson, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Tórbjørn Olsen, Marius Olsen, Tita Vinther, Astrid Andreassen, Guðrið Poulsen,Tróndur Patursson, Hans Pauli Olsen, Zacharias Heinesen og Rannvá Pálsdóttir Kunoy.
Snotulig myndaskrá
Í sambandi við framsýningina er gjørd sera snotulig og upplýsandi myndaskrá. Tað eru Gunnar Hoydal og Kinna Poulsen, sum hava lagt hana til rættis. Myndaskráin er skrivað bæði á føroyskum og íslendskum máli.
Umframt framsýningina við føroyskari list vórðu eisini tvær aðrar framsýningar latnar upp leygardagin. Onnur var ein norðurlendsk arkitektaframsýning. Hin var við einum íslendskum listamanni. Leivur Hansen, býráðsformaður fekk litið upp í hendi at seta allar tríggjar framsýningarnar.
-Eg eri heilt ovfarin av tí ótrúliga blíðskapinum og vinseminum, tú merkir her í Reykjavík - og ikki minst av tí ovurstóra áhuganum hjá íslendingum fyri list og mentan sum heild sigur Leivur Hansen. Hann sigur, at tað kom óvæntað á føroysku luttakararnar, at so nógv fólk møttu upp til ferniseringina.
Føroyar teir bestu málararnar
-Eg møtti einum eldri og kendum íslendingi, sum umboðar Ísland í Mentamálanevnd Norðurlandaráðsins. Hann vísti á, at hann altíð hevði sagt, at føroyingar áttu bestu listamálararnar í heiminum.
Leivur Hansen sigur, at tú merkti alla staðni, hvussu ovfarin og hugtikin íslendingar eru av listini og listafólkunum, sum vit eiga í Føroyum. Hetta kemur serliga til sjóndar hjá teimum, sum hava verið í Føroyum á vitjan.
-Tað vóru fleiri íslendsk mentamál, sum søgdu, at hevði bara vanligi íslendingurin vitað, hvussu góðar málarar Føroyar eiga, so høvdu teir kanska eisini keypt meira av føroyskari myndlist.
Henda framsýningin er tí eitt sera kærkomið høvið hjá íslendingum at kunna seg og keypa føroyska list, sum hon er í dag.
Ótrúligur blíðskapur
Býráðsformaðurin í Havn er sera fegin um, at íslendingar eru farnir at vísa føroyskari list so stóran áhuga og sigur, at framsýningin annars er fult í tráð við tað nýggja samstarvið, sum er tikið upp millum Tórshavn og Reykjavík.
-Tí ivaðist eg ikki eina løtu, tá eg var biðin um at koma til framsýningina leggur Leivur Hansen aftrat.
Hann roknar sjálvur við, at framsýningin fer at geva afturljóð so ella so og vísir á, at vit mugu ikki gloyma, hvussu stóran týdningin listin og mentanin sum heild hevur fyri at knýta enn tættari bond millum londini.
Leivur Hansen var annars sera fegin um at kunna hitta fleiri eldri føroyingum, her serstakliga kvinnur, sum fluttu til Íslands fyri einum 40-50 árum síðani. Tann elsta var ein fuglfarðakona, 91 ára gomul, og hon tosaði føroyskt sum brent. Har var ein onnur av Selatræð, sum átti eina operasangarinnu, sum var gift til Italia, og sum um vikuskiftið var konsertferð í Eysturríki.
Fullveldi
Eftir upplatingina av framsýningini skipaði býráðið fyri móttøku á Höfð, har Reagan og Gorbatjov hittust á sinni. Leivur Hansen helt fyri á hesi samkomu, at tað kanska hevði hóskandi, um føroyingar brúktu hetta søguliga stað sum eitt uttanveltað pláss til at skriva undir eina avtalu við danir um fullveldi. Hann sigur annars, at íslendingar vísa ætlanunum hjá føroyingum at taka ábyrgd av egnum landi ómetaliga stóran ans. -Teir vilja ikki leggja seg út í hetta málið, men tað var heilt greitt, at moralski stuðul teirra er tilsteðar.
Býráðsformaðurin í Havn heldur annars, at føroysk listafólk eru sera góðir ambassadørar fyri okkara land. Tí sær hann eisini fegin, at líknandi framsýningar sum henda verða í fleiri av okk-ara grannalondum.
Í hesum sambandi kann nevnast, at ein stór listaframsýning verður fyrireikað á Den Frie í Keypmannahavn. Hon verður í vár.