Onkuntíð eru søgurnar næstan ov ótrúligar at vera sannar. Hendan er kortini sonn.
Fyri kortum var Sóley Danielsen, sum hevur verið og fjakka í fjareystri, á einum marknaði í vjetnamesiska stórbýnum Hanoi.
Brádliga ber hon kenslu á eina mynd, hon sær á einum toppi, sum er til sølu. Hon tekur eina mynd við fartelefonini og sendir hana til Miriam og Janus Gunnarsson, parið handan Miriam & Janus Photography.
Jú, myndin er teirra.
- Eg vænti, at tað er onkur, sum framleiðir toppar í Kina, sum hevur prentað, og so verður hon seld á fleiri marknaðum í Asia. Hevði tað verið í Evropa ella USA, so kundu vit kanska gjørt okkurt, men í Asia er einki at gera. Vit mugu bara yppa øksl og gleðast um, at myndir okkara koma víða, sigur Janus Gunnarsson.
Eitt er vist - tey hava ikki givið loyvi til, at myndin verður brúkt. Myndina hevur viðkomandi allarhelst funnið á netinum og tikið niður fyri at prenta á klæðini.
- Tað er ótrúliga løgið, at ein føroyingur skal síggja myndina har yviri, kenna hana aftur og so siga okkum frá, sigur Janus Gunnarsson.
Gentan á myndini er eisini føroysk, Karita Maria Zachariassen úr Hoyvík.