Á jólum eta sviar sera nógva sild, leysliga mett eini 15 miljónir sildagløs.
Hin stóra sildahøgtíðin í Svøríki er annars "midsommar ella jóansøka". Tá verður sildin etin saman við nýggjum eplum, sum er ein summarrættur burturav.
Sildaframleiðslan hjá Tavuni í Leirvík í vertíðini hesaferð eydnaðist væl, og allar bíleggingar til Svøríkis eru leveraðir. Soleiðis er sildin úr Leirvík nú eisini á svenska jólamarknaðinum, har hon fær rós fyri sína góðu góðsku.
Leggjast kann aftrat, at eitt sindur av svensk/ føroysku sildini er nú at fáa í Miklagarði í Havn. Matjes-sildin er sera væl umtókt, og samstarvsparturin hjá Tavuni í Svøríki framleiðir umleið 80.000 slíkar dósir um dagin.
##med2##
Á Tavuni í Leirvík hava tey góðar vónir fyri marknaðinum komandi heyst, og yvirhøvur er veksandi áhugi í Føroyum fyri at eta meira av hesum heilsugóða kosti, sum sildin er.
Tavan hevur eisini samstarv við PrimaFisk í Leirvík, sum letur føroyska sild í spannir, sum verða seldar á føroyska marknaðinum í hesum døgum.
##med3##