Føroysk skúlabørn duga sera illa at lesa

Tað er niðurstøðan í PISA undankanningini, har lesiførleikin hjá føroyskum skúlabørnum var kannaður. Føroyar var partur av kanning har 32 lond luttóku, og endaðu næstaftast.

Næmingarnir, sum luttóku í kanningini 7. september 2005, eru í dag 16 ára gamlir og ganga í 10. flokki og fyrsta árið í miðnámsskúlunum. Í mun til kanningarnar, sum gjørdar eru í hinum londunum, so eru føroysku skúlabørnini eitt stað ímillum tríggjar og fimm mánaðir eldri enn hinir næmingarnir. Hetta tí ,at kanningarnar, sum gjørdar eru aðrastaðni eru gjørdar við skúlaárslok, meðan kanningin her á landi, var gjørd við skúlaársbyrjan - 7. september í 2005 - og kann tað, sum so nógv annað, hava havt ávirkan á endaliga úrslitið.

Bert betri enn Brasil
Tað var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, og Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sum greiddu frá kanningini. - Kanningini fer at skapa eitt stórt kjak í Føroyum um føroyska fólkaskúlan. Men tað er mín vón, at hetta verður eitt konstruktivt kjak, soleiðis at vit fáa okkurt skilagott burtur úr, segði landsstýrismaðurin.
Av 32 londum eru Føroyar næstaftast í kanningini, har einans Brasil var verri fyri enn vit. Samanbera vit okkum við Norðurlond, so eru vit øgiliga nógv verri fyri enn tey.

Finland fremst
Sambært kanningini, so er tað í Finlandi, at næmingarnir eru best fyri. Jóhannes Eli Iversen, fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag, var við á tíðindafundinum, og hann segði, at finska skúlaverki var munandi øðrvísi enn tað føroyska, og at disiplinin var størsti munurin. - Eg havi vitjað á einum finskum skúla, og har valdaði ein heilt onnur virðing og disiplin fyri skúlanum, enn tað ger her. Hetta á ein positivan hátt, væl at merkja. Eisini er finski skúlin nógv betri fyri hvat undirvísingartilfari viðvíkur, segði Jóhannes Eli Iversen.

Mamman størri týdning enn pápin
Í kanningini kom fram, at bakgrund foreldrana hevur stóran týdning fyri førleikan hjá næminginum. Hava foreldrini onga útbúgving, so er tann næmingurin nógv verri fyri, enn næmingurin har annað forelduri hevur útbúgving. Í hesum samanhangi varð eisini víst á, at mamman hevur størri týdning fyri barnið enn hvat pápin hevur.

Fáir skúlar halda støðið
At føroysku fólkaskúlarnir ikki liva upp til vónirnar, er ongin ivi um, eftir at kanningin staðfesti, at vit bert eru eitt vet betri enn Brasil, hvat lestrarførleikanum viðvíkur. Men, at tað bert er ein føroyskur skúli, sum megnar at halda seg omanfyri tað, sum mett verður at vera nøktandi, er sera vánaligt.
Ein føroyskur skúli helt seg omanfyri 500, sum var tað talið, sum var miðal fyri eitt nøktandi úrslit. Nakrir heilt fáir skúlar lógu beint undir, meðan restin lá langt niðanfyri. Hetta var galdandi, tá talan var um lestrarførleikan, og úrslitið var nakað tað sama, tá talan var um støddfrøði og náttúrufak.
Í roynd og veru er støðan í fólkaskúlunum so mikið ring, at bert helvtin av næmingunum eru skikkaðir at fara undir eina miðnámsútbúgving, vísti kanningin.

Helvtin keðir seg
Helmingurin av føroysku skúlabørnunum keða seg í skúlanum. Hetta var ein onnur av niðurstøðunum í kanningini. Í samband vit hetta varð millum annað víst á, at ov nógv orka í føroyska fólkaskúlanum fer uppá tann veika næmingin, síðani heildina og síðst í røðini kemur tann dugniliga næmingurin.
Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at hjá føroyska næminginum, loysir tað seg ikki at nýta meiri enn tíma lesing til skúlating um vikuna. Tað vísir seg nevniliga, at tann næmingurin , sum brúkar tríggjar tímar, er so lítið betri fyri, enn tann, sum brúkar ein tíma, tí tann tíðin hann brúkar eyka uppá skúlating, ikki kemur til sín rætt í skúlanum.

Landsstýrismaðurin skelkaður
Jógvan á Lakjuni er útbúgvin lærari, og hann segði vita, at støðan í skúlunum ikki var góð. - Men eg má siga sum er, at eg var skelkaður, tá eg sá úrslitið av kanningini, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Á fundinum varð sagt, at í fyrstu atløgu eigur at verða umrátt, hvørt læraraførleikin er nøktandi,og hvørt undirvísingartilfarið í øllum lærugreinum í Føroya lutfalsliga smáu skúlum er nøktandi.
Her var eisini nomið við, at uppgávan hjá lærarunum í alt ov stóran mun, er at uppdraga næmingarnar, tí teir snøgt sagt ikki eru klárir til tað, skúlin eigur at kunna krevja av teimum, og tað gongur út yvir undirvísingina.

Um vánaligu úrslitini eru tengd at teimum øðrvísi umstøðunum rundan um
kanningina, fáa vit ikki svar uppá, fyrr enn úrslitið frá
PISA2006 eru greinaðar. Úrslitið av hesum verður almannakunngjørt í desember
2007.