Nú gongur føroysk sniðgeving á mótapallinum í London. Endamálið er at marknaðarføra føroyska sniðgeving á bretska marknaðinum. Uttanríkisráðið sigur í tíðindaskrivi, at marknaðarføringin er fyriskipað sum ein føroysk showcase í handilshølunum hjá Digitaria í býarpartinum Soho. 7 føroyskar fyritøkur og sniðgevar luttaka og eru umboðaðar á tiltakinum. Hesar eru Guðrun & Guðrun, Sirri, Barbara í Gongini, Jóhanna av Steinum, Elisa Heinesen, Beinta Poulsen úr SoulMade og Malan á Lofti frá Lofti Design.
Miðlar, PR virkir og keyparar eru boðin til tiltakið fyri at fáa sambond við føroysku sniðgevarnar. Tiltakið hevur verið umrøtt í bløðum og á portalum, og uml. 150 fólk úr mótaheiminum í London hava sýnt tiltakinum áhuga. Eitt nú hava fólk frá Vogue og Dazed Digital og keyparar frá Harrods og ASOS verið og hugt at føroysku sniðgevingini.
Tiltakið byrjaði í morgun kl. 9.30 og heldur á fram til fríggjakvøldið, tá endað verður við einum netverkstiltaki fyri sniðgevunum og mótavinnunu í London.
Tað eru Uttanríkisráðið og føroyska sendistovan í London sum skipa fyri tiltakinum í tøttum samstarvi við ráðgevingarfyritøkuna Mushrooms og Vinnuframagrunnin.