Føroysk vinna eigur ongan góðan

Føroya Landsstýrið veit ikki, hvørjar fortreytir eru neyðugar fyri, at føroyskt vinnulív kann mennast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag er sera misnøgt við, at landsstýrið hevur gjørt av at seta undantakið fyri ES-arbeiðsmegi í útlendingalógini úr gildið aftur. Hetta hevur landsstýrið gjørt, tí arbeiðsloysi í Føroyum hevur verið omanfyri 3,5% í tríggjar mánaðir. Men sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag, so er hetta gjørt uttan at landsstýrið ger sær greitt, hvussu undantakið kann koma í aftur gildi.


- Føroyskt vinnulív hevur ongan góðan í landsstýrinum.

Hetta ásannar Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú undantakið fyri ES-borgarar verður sett úr gildið aftur. Felagið heldur hetta vera ótrúligt, og at tað vísir, hvussu lítla virðing, forstáilsi og hvussu lítlan týdning tey, sum ráða, meta vinnuna hava.


- Ikki tí. Uttanlandsnevndin er júst farin til Geneve at kunna seg um, hvussu EFTA-tingnevndirnar arbeiða, og landsstýrið hevur sett bólk at kanna eftir á hvønn hátt Føroyar kunnu nærkast ES. Spurningurin er, hvat endamálið er við hesum? Tað vísir seg í hvussu so er ikki í praksis at hava nakra ávirkan á, hvussu mál verða handfarin politiskt, sigur felagið á heimasíðuni www.industry.fo


Arbeiðsgevararnir halda tað vera margháttligt, hvussu landsstýrið við vinstru hond vil nærkast altjóða samfelagnum, meðan tað við høgru hond arbeiðir fyri at avmarka møguleikarnar hjá føroyskari vinnu.


- Í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at yvirtaka útlendingaøkið frá dønum. Vit kundu tí hugsað okkum at spurt, hvat endamálið er við at yvirtaka útlendingalógina? Verður roknað við, at tá verður javnvág í møguleikunum hjá útlendingum at koma hendavegin at arbeiða, eins og tað er hjá føroyingum at fara aðrastaðni at arbeiða? spyr Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Felagið vil eisini hava at vita, um tað at útlendingalógin verður yvirtikin merkir, at Føroyar so skal gera avtalu við ES um tað eina av teimum fýra frælsunum, nevniliga frælsi fyri persónar? Og verður roknað við at avtala fæst við ES um hetta?


Felagið heldur tað eisini vera áhugavert at fingið eina ábending um, nær hesar samráðingar væntast at verða lidnar.


- Tað er heilt greitt, at føroysk vinna í mong ár hevur liðið undir, at arbeiðsmegi ikki hevur verið tøk. Tað hevur gjørt, at fyritøkurnar ikki hava havt høvið til at styrkt seg fíggjarliga, tá búskapurin vaks. Manglandi atgongd til arbeiðsmegi er sostatt ein tann størsta forðingin fyri menning av føroyskum vinnulívi. Fyritøkur tora rætt og slætt ikki at spenna seg út, m. a. á útlendskum marknaðum, við at senda roynd starvsfólk av landinum at loysa avbjóðandi uppgávur, tí vandi altíð er fyri ikki at fáa tøku arbeiðsmegina til at loysa uppgávur á heimamarknaðinum, sigur felagið hjá føroyskum arbeiðsgevarum.


Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at Føroya Landsstýrið ikki veit, hvørjar fortreytir eru neyðugar fyri, at føroyskt vinnulív kann mennast.